Skipsatstøðari I

Skipsatstøðari I (grundskeið)

Tilmelding Trýst her 

Kunning

  • Lestrartíð: ½ ár
  • Umsóknarfreist: Flutt fram til 15. jan. 2018
  • Skúlabyrjan: 22. jan. 2018
  • Fíggjarviðurskifti: Lestrarstuðul
  • Útbúgvingarstovnur: Sjónám
  • Útbúgvingarstaður: Klaksvík
  • Kunning: Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur

 

Raðfesting

Sjónám bjóðar út grundskeið og endaskeið samstundis.

Endaskeiðið verður raðfest framum grundskeiðið á vári. Grundskeiðið er raðfest framum endaskeiðið á heysti.

Skeiðini verða hildin, treyta av, at nóg nógv tekna seg.

Verður raðfesta skeiðið avlýst, so verður hitt skeiðið hildið, treyta av, at nóg nógv tekna seg.

Alment

Nógv fólk í leiðandi størvum hava byrjað starvsleið teirra í sjóvinnuflokkinum hjá Sjónámi. Talan er bæði um fólk í føroysku fiskivinnuni og útlendskari fiskivinnu. Eisini hava fólk í altjóða sigling og í frálandavinnu byrjað sína yrkisleið á sjónum hjá okkum.

Í august 2014 byrjaði fyrsti flokkurin eftir nýggju skipanini. Nýggja heitið er “grundskeið í útbúgving til skipsatstøðara.”

Útbúgvingin er ein lógásett framtíð til sjós og sostatt vegurin til fylgjandi vinnubrøv og førleikaprógv:

  • skipari
  • dekkari
  • skipsførari
  • motormaður
  • skipsatstøðari
  • dugnaskaparbræv í sigling
  • stýrimaður á 1, 2, 3 og 4. stigi
  • vaktarhaldsprógv til brúgvatænastu
  • og vaktarhaldsprógv til maskintænastu

 

Endamál

Grundskeiðið í útbúgvingini til skipsatstøðara skal geva næminginum grundleggjandi ástøðiligar og verkligar førleikar, so at næmingurin er førur fyri at átaka sær alt fyrifallandi arbeiði á dekki og í maskinrúmi umborð á skipi á tryggan og fullgóðan hátt.

Útbúgvingin til skipsatstøðara skal lúka krøvini til sjóvinnu og vaktarhald sbrt. STCW sáttmálanum, áseting VI/1 um grundleggjandi upplæring í trygd og ástøðiliga partinum sbrt. Áseting II/4 um vaktarhald.

Endamálið við grundskeiðnum í útbúgvingini til skipsatstøðara er harumframt at virka sum fyrsti partur í framhaldandi útbúgving við sigling og endaskeiði til fulltiknan skipsatstøðara.

Førleikamál

Grundskeiðið til skipsatstøðara skal geva næminginum neyðugu amboðini at menna seg í tí bindandi felagsskapi, sum neyðturviliga er í einari skipsmanning.

Førleikamálini fevna um ta vitan, tey evni og teir førleikar, sum næmingurin skal røkka á grundskeiðnum.

Sí meira um nágreinilig førleikamál í galdandi kunngerð um grundskeið í útbúgving til skipsatstøðara. Her kanst tú taka niður nevndu kunngerð av netinum. Kunngerð nr. 88 frá 4. august 2014 

Upptøka

Skúlin hevur ábyrgdina av upptøku til grundskeið í útbúgvingini til skipsatstøðara, og skúlin hevur ábyrgdina av, at umsøkjarar lúka upptøkukrøvini.

Til upptøku á grundskeið í útbúgvingini til skipsatstøðara skal umsøkjari hava staðið fráfaringaroynd fólkaskúlans og verða fyltur 17½ ár.

Umsøkjari, sum er fyltur 16 ár, kann tó verða upptikin á grundskeið í útbúgvingini til skipsatstøðara, um viðkomandi umsøkjari hevur gjørt útbúgvingaravtalu við eitt reiðarí.

Upptøka til útbúgving til skipsatstøðara krevur, at umsøkjari hevur galdandi heilsuprógv fyri sjófólk uttan avmarkingar og er skikkaður til útkikk.

Próvtøka og prógv

Próvtøkur og eftirmetingar skulu viðgerast sbrt. kunngerð um próvtøkuskipan fyri maritimar útbúgvingar.

Eftir staðið grundskeið við nøktandi úrsliti skrivar skúlin út prógv. Skúlin skrivar eisini eitt førleikaprógv í samsvari við krøvini í kunngerð um førleikakrøv til sjófólk og um sjóvinnubrøv.

Er næmingurin undir 18 ár eftir skeiðslok, fær viðkomandi ikki útskrivað førleikaprógv, men viðkomandi næmingur fær eina váttan fyri staðið skeið. Førleikaprógvið kann útskrivast, tá ið viðkomandi næmingur er vorðin 18 ár.

Les meira í galdandi kunngerð um grundskeiðið í útbúgvingini til skipsatstøðara her.

Skúlin gevur rætt til

Saman við 9 mánaðar siglingartíð við skipi yvir 20 BT fæst atgongd til framhaldandi lestur til skipara sum byrjar 17. august 2017.

Grundskeið sum skipsatstøðari + dugnaskaparroynd + 3 mánaðir siglingartíð við havgangandi skipum yvir 20 BT gevur rætt til at verða stýrimaður á handilsskipum millum 20 - 99 BT út á 200 fjórðingar frá grundlinjunum t.e. stranda- og heimasigling.

Grundskeið sum skipsatstøðari + dugnaskaparroynd + 3 mánaðir siglingartíð við havgangandi skipum yvir 20 BT gevur rætt til at verða skipari og stýrimaður umborð á fiskiskipum millum 15 - 24 metrar til longdar, og við einum dimensiónstali á 100 ella yvir út á 200 fjórðingar frá grundlinjunum t.e. eisini stranda- og heimasigling.

Kunning: Dugnaskaparroyndin kann veljast frítt við skúlabyrjan.

Eitt annað endamál við grundskeiðinum er rætturin til framhaldandi lestur til endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara. Eftir at hava verið í starvi sum ófulltikin skipsatstøðari umborð á havfarandi handilsskipi størri enn 20 BT í minsta lagi í 6 mánaðar ber til at byrja endaskeið.

Sí meira um endaskeiðið her.

Sí "flow card" til fulltiknan skipsatstøðara og til fulltiknan dekkara

Tilmelding

Møguligt er at tilmelda seg á tilmeldingarskipan Sjónáms á www.sjonam.fo. Eisini ber til at senda Sjónámi umsókn tygara saman við avriti av fráfaringarroynd fólkaskúlans, heilsuváttan og føðibrævi við telduposti til sjonam@sjonam.fo ella við posta:

Sjónám
Faktorsvegur 14
700 Klaksvík

Upptøka

Tikið verður inn eftir tí raðfylgju, sum umsóknirnar koma inn, treytað av, at umsóknirnar lúka upptøkukrøvini og at pláss er.

Sjóvinnubrøv v.m.

Vísandi til galdandi kunngerð nr. 105 frá 5. august 2015 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum krevst ofta góðkend útbúgvingarbók fyri at fáa sjóvinnubræv. Meira nágreinilig kunning um sjóvinnubrøv og førleikakrøv sæst her.

Her kanst tú taka útbúgvingarbókina niður av netinum: Útbúgvingarbók

Innivist til næmingar

Sjónám kann ikki veita lesandi innivist, men vit kunnu vísa til kunningarstovuna og Tekniska Skúla, sum kunnu útvega innivist. Eisini ber til at søkja eftir íbúð í lokalu fjølmiðlunum.

Annað

Um ivamál stinga seg upp ert tú vælkomin, at seta seg í samband við Sjónám á telefon 66 58 88.