Educations

Les til skipara

Kunning:

  • Lestrartíð: 1 ½ ár
  • Umsóknarfreist: 18. Januar 2019
  • Skúlabyrjan: 21. Januar 2019 
  • Fíggjarviðurskifti: Lestrarstuðul
  • Útbúgvingarstovnur: Sjónám
  • Útbúgvingarstaður: Klaksvík

Alment:

Sum skipari hevur tú evsta myndugleika umborð og hevur m.a. ábyrgdina av at tryggja, at arbeiðsgongdir og skipsrakstur verða framd sambært lóggávu.

Tú hevur eisini ábyrgd av arbeiðsumhvørvi og trygdarviðurskiftum umborð, og at skipið kemur trygt fram í reinum havumhvørvi.

Upptøkutreytir:

Treytirnar fyri upptøku eru fráfaringarroynd fólkaskúlans 9. ella 10. flokk ella líknandi, við próvtalinum 6 (02 eftir nýggja próvtalsstiganum) í føroyskum, donskum, enskum, alisfrøði, evnafrøði og støddfrøði og 18 mánaðar siglingartíð til samans við skipum yvir 20 BT.

Leiðsla skúlans kann víkja frá hesum krøvum, um umsøkjari hevur aðrar fortreytir, ið kunnu metast tryggjandi fyri, at umsøkjari er førur fyri at taka útbúgvingina til ta ásettu tíðina.

Hevur tú staðið grundskeið í útbúgving til skipsatstøðara, so krevst einans 9 mánaðar siglingstíð við skipum yvir 20 BT.

Harafturat krevst galdandi heilsuváttan (bláabók) írokna sjón- og hoyrnaroynd, sum er yngri enn 2 ár.

Sí meira kunning um útbúgving til skipsatstøðara her: Skipsatstøðari.

Framtíðarmøguleikar:

At vera stýrimaður og skipari á øllum støddum av fiskiskipum. Eisini gevur skiparaprógv rætt til at vera stýrimaður og skipari á handilsskipum upp til 3000 BT.

Tilmelding:

Møguligt er at tilmelda seg á tilmeldingarskipan Sjónáms á www.sjonam.fo. Eisini ber til at senda Sjónámi umsókn tygara saman við avriti av fráfaringarroynd fólkaskúlans, sjófartsbók, heilsuváttan og føðibrævi við telduposti til sjonam@sjonam.fo ella við Posta:

Sjónám
Faktorsvegur 14
700 Klaksvík

Upptøka:

Tikið verður inn eftir tí raðfylgju, sum umsóknirnar koma inn, treytað av, at umsóknirnar lúka upptøkukrøvini og at pláss er.

Kunngerð um skiparaútbúgving:

Les meira í galdandi kunngerð nr. 107 frá 20. september 2005 um skiparaútbúgving her.

Onnur viðkomandi kunning:

Vísandi til galdandi kunngerð nr. 105 frá 5. august 2015 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum krevst ofta góðkend útbúgvingarbók fyri at fáa sjóvinnubræv. Meira nágreinilig kunning um hesi viðurskifti fæst við at venda sær til Sjóvinnustýrið.

Her kanst tú taka útbúgvingarbókina niður av netinum: Útbúgvingarbók.

Innivist til næmingar:

Sjónám kann ikki veita lesandi innivist, men vit kunnu vísa til kunningarstovuna og Tekniska Skúla, sum kunnu útvega innivist. Eisini ber til at søkja eftir íbúð í lokalu fjølmiðlunum.

Annað: 

Um ivamál stinga seg upp ert tú vælkomin, at seta seg í samband við Sjónám á telefon 66 58 88.

Certificate from DNV-GL
Certificate from IASST
Certificate from Achilles JQS