Seinastu tíðindi

Lærari til Sjónám - Avloysari

06.06.2019

Søkt verður eftir einum undirvísara tíðarskeiði 12 August 2019 til Januar 2020.

Starvsinnihald:

Undirvísa í trygd á sjónum. Undirvísingin fevnir um bæði ástøðiliga frálæru og venjingar við bjargingar- og eldsløkkiútgerð v.m.

Vera við til vanligt viðlíkahaldsarbeiði á venjingarstøðini og aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikar:

Umsøkjarin skal hava

Lokið prógv sum skipsførari og hava starvsroyndir við neyðugari eftirútbúgving innan trygd umborð á skipum, á boripallum ella flogferðslu, ið kann javnsetast

Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli

Góð samstarvsevni og førleika til sjálvstøðugt arbeiði

Kunnleika til samskiftis- og kunningatøkni. 

Fyrimunur er um umsøkjarin hevur royndir sum undirvísari og -royndir frá t.d. sjó-, frálandavinnu ella loftferðslu

 

Setanarviðurskifti:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fakfelag Sjómansskúlalærara Føroya, sæst á www.fmr.fo

Setanarøkið fevnir um sjóvinnuútbúgvingarnar á Sjónámi.

Umsóknir:

Umsóknarfreistin er 20.Juni 2019.

Umsókn við ljóstøku av prógvum, yvirlit yvir royndir og møgulig viðmæli skulu sendast: 

Á teldupostadressu: runih@tsk.fo

ella

Sjónám

Postboks 20

FO-700  Klaksvík

stílað: Rúni Heinesen, skúlastjóri

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Bogi Gardar, deildarleiðara, tlf. 224464 ella bogi@sjonam.fo

Góðkenning frá DNV-GL
Góðkenning frá IASST
Achillies JQS góðkend