Seinastu tíðindi

Lærari til Sjónám

23.11.2018

Søkt verður eftir einum undirvísara at byrja 1.februar 2019.

Starvsinnihald:

Undirvísa í trygd á sjónum. Undirvísingin fevnir um bæði ástøðiliga frálæru og venjingar við bjargingar- og eldsløkkiútgerð v.m.

Undirvísa skiparanæmingum og skipsatstøðarum

Vera við til at menna og gera frálærutilfar í samsvari við altjóða krøv og tørvin hjá vinnuni

Vera við til vanligt viðlíkahaldsarbeiði á venjingarstøðini og aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikar:

Umsøkjarin skal hava

Lokið prógv sum skipsførari og hava starvsroyndir við neyðugari eftirútbúgving innan trygd umborð á skipum, á boripallum ella flogferðslu, ið kann javnsetast

Aldur og heilsu at taka prógv sum kavari

Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli

Góð samstarvsevni og førleika til sjálvstøðugt arbeiði

Kunnleika til samskiftis- og kunningatøkni og

annars lúka krøv í ásetingum í “Kunngerð um skiparaútbúgving”

Fyrimunur er um umsøkjarin hevur royndir sum undirvísari og -royndir frá t.d. sjó-, frálandavinnu ella loftferðslu

Tann, ið settur verður, skal vera til reiðar at taka útbúgvingar og eftirútbúgvingar, sum eru viðkomandi fyri starvið.

Setanarviðurskifti:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fakfelag Sjómansskúlalærara Føroya, sæst á www.fmr.fo

Setanarøkið fevnir um sjóvinnuútbúgvingarnar á Sjónámi og Tekniska Skúla í Klaksvík.

Umsóknir:

Umsóknarfreistin er 12.desember 2018.

Umsókn við ljóstøku av prógvum, yvirlit yvir royndir og møgulig viðmæli skulu sendast: 

Á teldupostadressu: runih@tsk.fo

ella

Tekniska Skúla í Klaksvík

Postboks 20

FO-700  Klaksvík

stílað: Rúni Heinesen, skúlastjóri

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Bogi Gardar, deildarleiðara, tlf. 224464 ella bogi@sjonam.fo

Certificate from DNV-GL
Certificate from IASST
Certificate from Achilles JQS