Seinastu tíðindi

NÝGGJUR DEILDARLEIÐARI SETTUR

09.03.2020

Brandur Hanusarson í Funningsstovu er settur í starv sum nýggjur deildarleiðari fyri Sjónám. 

Brandur er útbúgvin skipari úr Vinnuháskúlanum í 2007, skipsførari úr Marstal 2010 og tók bachelorprógv á Fróðskaparsetri Føroya í 2019.

Hann hevur siglt sum stýrimaður og yvirstýrimaður í knapt 10 ár, flestu í frálandavinnuni.

Starvsuppgávurnar eru fjøltáttaðar herundir:

·         Faklig ábyrgd av undirvísing og skeiðsvirksemi

·         Ráðlegging, marknaðarføring og menning av útbúgvingum og skeiðsvirksemi

·         Daglig ábyrgd av rakstrinum undir stjóranum

·         Undirvísing innan maritimar útbúgvingar og -skeiðsvirksemi

 

 

 Setanarøkið fevnir um sjóvinnuútbúgvingarnar á Sjónámi og Tekniska Skúla í Klaksvík.

 

 

 

Certificate from DNV-GL
Certificate from IASST
Certificate from Achilles JQS