Courses

Basic Safety Course Repetition STCW 78 A-VI/1-1, 1-3, 1-4.

Tilmelding: 66 58 88 ella á sjonam@sjonam.fo

Information: Send to Sjónám your full name as well as date of birth, adress, mobile telephone number, e-mail adress, and how payment is made. 

Átekning: STCW 78 A-VI/1-1, 1-3, 1-4 írokna Manila 2010 ískoytini. 

Fiskiskip: Á fiskiskipum, har roykkavaraútgerð ikki er kravd, kunnu sjófólk sleppa undan kravinum um roykkaving sbrt. STCW kap. A-VI/1-2. Harafturat kunnu sjófólk, ið ikki sbrt. brandrulluni skulu roykkava, sleppa undan kravinum um roykkaving sbrt. STCW kap. A-VI/1-2. Er tørvur á roykkaving má hesin parturin takast hjá øðrum skeiðsveitara.

Handilsskip: Roykkaving sbrt. STCW kap. A-VI/1-2 má takast hjá øðrum skeiðsveitara.

Málbólkur: Øll sjófólk.

Upptøkukrøv: Galdandi heilsuváttan (bláubók) fyri sjófólk, skilja føroyskt og hava staðið grundleggjandi trygdarskeið. Er áður tikið trygdarskeið eldri enn 5 ár og 3 mánaðir krevst grundleggjandi trygdarskeið.   

Minst til at senda okkum avrit av heilsuváttanini og trygdarskeiðnum saman við tilmeldingini ella tú tekur skjølini við tær.

Málsetningur: Endamálið við trygdarskeiðnum er at kunna um nýtslu og viðlíkahald av bjargingarútgerð, umframt at kunna um persónliga trygd og persónligar skyldur, til tess at gera sjófólk betri før fyri at fyribyrgja at vanlukkur henda og at duga betur at bera seg at í neyðstøðu.

Tá skeiðið er liðugt, skal skeiðsluttakarin hava førleika at bjarga sær úr neyð og at hjálpa øðrum, sum eru í neyð.

Á trygdarskeiði læra skeiðsluttakarar m.a.: 

  • fráboðanarskipanir um borð í skipi
  • mynstringarskipanir – um bygna og nýtslu
  • um gummibjargingarbátar og tess útgerð
  • hvussu hydrostatiskir útloysarar virka og duga at seta teir í
  • grundleggjandi fyrstahjálp

Innihald: Í stuttum fevnir innihaldi um fylgjandi:

  • ávaringar og mynstring
  • gummibjargingarbátur
  • útgerð í gummibjargingarbáti
  • persónlig trygd og trygdarútgerð
  • praktiskar venjingar við gummibáti og bjargingarútgerð
  • fyrstahjálp

Skeiðslongd: 2 dagar.

Gildistíð: 5 ár.

Luttakaratal: Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 14.

Sjálvlestur: Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. At bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við týdningarmikil og praktisk rættaði skeið við høgum førleikakrøvum er ikki ráðiligt.

Innlæring: Fult teknað endurnýggjanarskeið í STCW 78 A-VI/1-1, 1-3, 1-4 er ásett til 16 tímar yvir 2 dagar, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða partur av manningini um borð í skipum.

Sjónám hevur vælvitandi undirvísarar við drúgvum royndum, sum kunnu sameina vanliga skúlastovuundirvísing við hin praktiska veruleikan.

Skeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða givnir við góðum venjingum og góðum hentleikum við sera dugnaligum undirvísarum, sum fylgja tær báðar dagarnar, skeiðið varðar.

Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina - tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.

Alt í alt er talan um eitt spennandi skeið har sum sjófólk okkara verða endurnýggjaði í STCW 78 A-VI/1-1 (yvirlivingarhættum), 1-3 (fyrstahjálp til sjófólk) og 1-4 (sosialum skyldum v.m.).

DKK 3.000,00

Register

Certificate from DNV-GL
Certificate from IASST
Certificate from Achilles JQS