Courses

COX - Repetition Course

 

Registration: +298 66 58 88 or on sjonam@sjonam.fo

Information: Send to Sjónám your full name as well as date of birth, adress, mobile telephone number, e-mail adress, and how payment is made. 

 

 

 

 

Tilmelding: 66 58 88 ella á sjonam@sjonam.fo

Upplýsingar: Vinarliga send Sjónámi fult navn, føðidato, føðistað, bústað, fartelefon, teldupost og gjaldsupplýsing.

Upptøkukrøv: Galdandi heilsuváttan (bláubók) fyri sjófólk, verða fyltur 18 ár, hava staðið trygdarskeið, grundleggjandi bátaføraraskeið og skilja føroyskt. 
Málbólkur:
Manning um borð í skipi, sum skal taka ræði á einum flaka ella einum bjargingarbáti.

Átekning:
STCW 78 incl. Manila 2010 amendments A-VI/2-1.

Minst til at senda okkum avrit av heilsuváttanini, trygdarskeiðinum, bátaføraraskeiðinum saman við tilmeldingini ella tú tekur skjølini við tær. 

Málsetningur: Endurnýggjanarskeiðið er verkligt rættað og tilrættarlagt soleiðis, at skeiðsluttakararnir møta dag 2 saman við teimum, ið taka grundskeið og gera venjingar saman við teimum í tveir dagar.

Innihald: Verkligur partur:

Venjing við bjargingarbáti – t.e. sjóseting og at fara um borð í bátin, atgerðir, at kenna útgerðina um borð, taka fólk upp úr sjónum og hvussu tey skulu handfarast, uppafturtøka av bjargingarbáti og samskifti.

Venjing við gummibjargingarflaka – t.e. seta bátin út, fara um borð í bátin, taka fólk upp úr sjónum, at kenna útgerðina, venda gummibjargingarflaka á rættkjøl og persónlig yvirlivingartøkni.

Skeiðslongd: 2 dagar.

Prógv: Eftir lokið skeið verður prógv úrskriva.

Gildistíð: 5 ár.

Luttakaratal: Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 6.

Sjálvlestur: Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. At bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við týdningarmikil og praktisk rættaði skeið við høgum førleikakrøvum er ikki ráðiligt.

Innlæring: Fult teknað endurnýggjanarskeið til bátaførara er ásett til 16 tímar yvir 2 dagar, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða partur av manningini til stóru bjargingarbátarnir um borð í skipum.

Sjónám hevur vælvitandi undirvísarar við drúgvum royndum, sum kunnu sameina vanliga skúlastovuundirvísing við hin praktiska veruleikan.

Skeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða givnir við góðum venjingum og góðum hentleikum við sera dugnaligum undirvísarum, sum fylgja tær báðar dagarnar, skeiðið varðar.

Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina - tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.

Alt í alt er talan um eitt spennandi skeið har sum sjófólk okkara fáa endurnýggjað bátaføraraskeiðið og ábyrgdir tess.

DKK 5.500,00

Register

Certificate from DNV-GL
Certificate from IASST
Certificate from Achilles JQS