Courses

Fast Rescue boat - Repetition course

Registration: +298 66 58 88 or on sjonam@sjonam.fo

Information: Send to Sjónám your full name as well as date of birth, adress, mobile telephone number, e-mail adress, and how payment is made. 

Átekning: STCW 78 incl. Manila 2010 amendments A-VI/2-2.

Málbólkur: Manning um borð í skipi, sum skal manna ella taka ræði á einum skjóttsiglandi bjargingarbáti.

Admission: Valid health certificate for seafarers, 18 years of age, completed a basic safety course for seafarers and basic FRC course as well as and understand Faroese. 

Remember to send us all the above mentioned documents when registrating - or you just bring them when the course begins. 

Málsetningur: Endurnýggjanarskeiðið er verkligt rættað og tilrættarlagt soleiðis, at skeiðsluttakararnir møta dag 2 saman við teimum, ið taka grundskeið og gera venjingar saman við teimum í tveir dagar.

Innihald: Tá ið skeiðið er lokið, skal luttakarin duga at:

  • Skipa fyri tryggari útseting og upptøku av skjóttsiglandi bjargingarbáti
  • Rætta upp kollsilgdan skjóttsiglandi bjargingarbát
  • Handfara skjóttsiglandi bjargingarbát í vanaligum líkindum
  • Svimja ílatin serútgerð
  • Brúka samskiftisútgerð og signalútgerð millum skjóttsiglandi
  • bjargingarbát, tyrlu og skip
  • Brúka neyðútgerðina um borð
  • Taka upp neyðstaddan úr sjónum og flyta neyðstadda til bjargingartyrlu, skip ella annað trygt stað
  • Fremja í verki leitimynstur við atliti til viðurskifti í umhvørvinum
  • Seta í gongd og handfara motor í skjóttsiglandi bjargingarbáti

Skeiðslongd: 2 dagar.

Prógv: Eftir lokið skeið verður prógv útskriva.

Gildistíð: 5 ár.  

Luttakaratal: Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 6.

Sjálvlestur: Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. At bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við týdningarmikil og praktisk rættaði skeið við høgum førleikakrøvum er ikki ráðiligt.

Innlæring: Fult teknað endurnýggjanarskeið til skjótt gangandi bjargingarbát er ásett til 16 tímar yvir 2 dagar, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða partur av manningini til skjótt gangandi bjargingarbátin um borð í skipum.

Sjónám hevur vælvitandi undirvísarar við drúgvum royndum, sum kunnu sameina vanliga skúlastovuundirvísing við hin praktiska veruleikan.

Skeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða givnir við góðum venjingum og góðum hentleikum við sera dugnaligum undirvísarum, sum fylgja tær báðar dagarnar, skeiðið varðar.

Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina - tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.

Alt í alt er talan um eitt spennandi skeið har sum sjófólk okkara fáa endurnýggjað skjótt gangandi bátaføraraskeiðið og ábyrgdir tess.

DKK 5.500,00

Register

Certificate from DNV-GL
Certificate from IASST
Certificate from Achilles JQS