Skeið

COX - Grundskeið

Tilmelding: 66 58 88 ella á sjonam@sjonam.fo

Upplýsingar: Vinarliga send Sjónámi fult navn, føðidato, føðistað, bústað, fartelefon, teldupost og gjaldsupplýsing.

Átekning: STCW 78 incl. Manila 2010 amendments A-VI/2-1.

Málbólkur: Manning um borð í skipi, sum skal taka ræði á einum flaka ella einum bjargingarbáti.

Upptøkukrøv: Galdandi heilsuváttan (bláubók) fyri sjófólk, verða fyltur 18 ár, hava staðið trygdarskeið og skilja føroyskt. 

Minst til at senda okkum avrit av heilsuváttanini og trygdarskeiðinum saman við tilmeldingini ella tú tekur skjølini við tær.

Málsetningur: At gera skeiðluttararnar betri førar fyri – í vitan og handfaring – at átaka seg ta uppgávu at føra ein bjargingarbát (COX) íroknað hesar uppgávur er at skipa fyri umborðkomu av fólki frá skipi og/ella borieind í frálandavinnu, sjóseting av bjargingarbáti og at sigla burtur frá skipi/borieind í neyð.

Innihald: Ástøðiligur partur:

  • Vanlig fyrstahjálp, hjarta-, lungnahjálp og ovurkøling
  • Venjing við bjargingarbáti – t.e. sjóseting og uppafturtøka, atgerðir, at kennast við bát og útgerð, taka fólk upp úr sjónum og handfaring av teimum umframt og samskifti.
  • Venjing við gummibjargingarflaka – t.e. sjóseting, taka fólk um borð og bjarging av fólki úr sjónum og handfaring av teimum, at kennast við flakan og tess útgerð, at venda einum flaka.
  • Bjarging við tyrlu
  • Persónlig trygdarútgerð

Verkligur partur:

Venjing við bjargingarbáti – t.e. sjóseting og at fara um borð í bátin, atgerðir, at kenna útgerðin um borð, taka fólk upp úr sjónum og hvussu tey skulu handfarast, uppafturtøka av bjargingarbáti og samskifti.

Venjing við gummibjargingarflaka – t.e. seta bátin út, fara um borð í bátin, taka fólk upp úr sjónum, at kenna útgerðina, venda gummibjargingarflaka á rættkjøl og persónlig.

Skeiðslongd: 3 dagar.

Prógv: Eftir lokið skeið verður prógv útskriva.

Gildistíð: 5 ár.

Luttakaratal: Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 6.

Sjálvlestur: Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. At bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við týdningarmikil og praktisk rættaði skeið við høgum førleikakrøvum er ikki ráðiligt.

Innlæring: Fult teknað grundskeið til bátaførara er ásett til 24 tímar yvir 3 dagar, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða partur av manningini til stóru bjargingarbátarnir um borð í skipum.

Sjónám hevur vælvitandi undirvísarar við drúgvum royndum, sum kunnu sameina vanliga skúlastovuundirvísing við hin praktiska veruleikan.

Skeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða givnir við góðum venjingum og góðum hentleikum við sera dugnaligum undirvísarum, sum fylgja tær allar 3 dagarnar, skeiðið varðar.

Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina - tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.

Alt í alt er talan um eitt spennandi skeið har sum sjófólk okkara fáa grundleggjandi upplæring til bátaførara og ábyrgdir tess.

kr. 6.500,00

Tilmelda til skeið

Góðkenning frá DNV-GL
Góðkenning frá IASST
Achillies JQS góðkend