Skeið

FRC - Grundskeið

Tilmelding: 66 58 88 ella á sjonam@sjonam.fo

Upplýsingar: Vinarliga send Sjónámi fult navn, føðidato, føðistað, bústað, fartelefon, teldupost og gjaldsupplýsing.

Átekning: STCW 78 incl. Manila 2010 amendments A-VI/2-2.

Málbólkur: Manning umborð í skipi, sum skal manna ella taka ræði á einum skjóttsiglandi bjargingarbáti.

Upptøkukrøv: Galdandi heilsuváttan (bláubók) fyri sjófólk, verða fyltur 18 ár, hava staðið trygdarskeið, bátaføraraskeið og skilja føroyskt. 

Minst til at senda okkum avrit av heilsuváttanini, trygdarskeiðinum og bátaføraraskeiðinum saman við tilmeldingini ella tú tekur skjølini við tær.  

Málsetningur: At geva skeiðluttakarum (manning á MOB/FRC um borð í skipum) førleika til at taka ræði á skjóttsiglandi bjargingarbáti undir og eftir útseting og at handfara motor í skjóttsiglandi bjargingarbáti.

Innihald: Skeiðluttakararnir fáa vitan um:

  • Bygnaðin og útgerð í einum skjóttiglandi bjargingarbáti
  • Serlig eyðkenni og hentleikar í skjóttsiglandi bjargingarbáti
  • Trygdartiltøk, meðan skjóttsiglandi bjargingarbátur verður settur út og tikin inn
  • Mannagongdir at rætta upp kollsigldan skjóttsiglandi bjargingarbát
  • Handfaring av skjóttsiglandi bjargingarbáti undir vanligum og óvanligum líkindum
  • Siglingar- og trygdarútgerð í skjóttsiglandi bjargingarbáti
  • Leitimynstur og viðurskifti í umhvørvinum, sum kunnu ávirka leiting
  • Meting av tilbúgvingarstøðu hjá skjóttsiglandi bjargingarbáti og viðkomandi útgerð til nýtslu alt fyri eitt
  • Hættir at seta í gongd og handfara motor við tilhoyri í skjóttsiglandi bjargingarbáti

 Tá ið skeiðið er lokið, skal luttakari duga at:

  • Skipa fyri tryggari útseting og upptøku av skjóttsiglandi bjargingarbáti
  • Rætta upp kollsilgdan skjóttsiglandi bjargingarbát
  • Handfara skjóttsiglandi bjargingarbát í vanaligum líkindum
  • Svimja ílatin serútgerð
  • Brúka samskiftisútgerð og signalútgerð millum skjóttsiglandi bjargingarbát, tyrlu og skip
  • Brúka neyðútgerðina um borð
  • Taka upp neyðstaddan úr sjónum og flyta neyðstadda til bjargingartyrlu, skip ella annað trygt stað
  • Fremja í verki leitimynstur við atliti til viðurskifti í umhvørvinum
  • Seta í gongd og handfara motor í skjóttsiglandi bjargingarbáti

Skeiðslongd: 3 dagar.

Prógv: Eftir lokið skeið verður prógv útskrivað.

Gildistíð: 5 ár.

Luttakaratal: Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 6.

Sjálvlestur: Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. At bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við týdningarmikil og praktisk rættaði skeið við høgum førleikakrøvum er ikki ráðiligt.

Innlæring: Fult teknað skeið til FRC er ásett til 24 tímar yvir 3 dagar, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða partur av manningini til skjótt gangandi bjargingarbátin umborð í skipum.

Sjónám hevur vælvitandi undirvísarar við drúgvum royndum, sum kunnu sameina vanliga skúlastovuundirvísing við hin praktiska veruleikan.

Skeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða givnir við góðum venjingum og góðum hentleikum við sera dugnaligum undirvísarum, sum fylgja tær allar 3 dagarnar, skeiðið varðar.

Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina - tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.

Alt í alt er talan um eitt spennandi skeið har sum sjófólk okkara fáa grundleggjandi upplæring í at føra skjótt gangandi bjargingarbát og ábyrgdir tess.

kr. 6.500,00

Tilmelda til skeið

Góðkenning frá DNV-GL
Góðkenning frá IASST
Achillies JQS góðkend