Courses

Basic Safety Course for crew on merchant Vessels and Faroese fishing Vessels.

Registration: +298 66 58 88 or on sjonam@sjonam.fo

Information: Send to Sjónám your full name as well as date of birth, adress, mobile telephone number, e-mail adress, and how payment is made. 

Endorsement: STCW 78 incl. Manila 2010 amendments A-VI/1-1, 1-3, 1-4 and STCW F III/1-2 og 1-6.

Target: People who go to sea for the first time on a fishing vessel.

Admission: Valid health certificate for seafarers, 18 years of age, completed a basic safety course for seafarers and understand Faroese. 

Remember to send us all the above mentioned documents when registrating - or you just bring them when the course begins. 

Málsetningur: Endamálið við trygdarskeiðnum er at kunna um nýtslu og viðlíkahald av bjargingarútgerð, sløkkiútgerð, umframt at kunna um persónliga trygd og persónligar skyldur, til tess at gera sjófólk um borð fiskiskipum betri før fyri at fyribyrgja at vanlukkur henda og at duga betur at bera seg at í neyðstøðu.

Tá skeiðið er liðugt, skal skeiðsluttakarin hava førleika at bjarga sær úr neyð og at hjálpa øðrum, sum eru í neyð.

Á trygdarskeiði læra skeiðsluttakarar m.a.: 

  • fráboðanarskipanir um borð í skipi
  • mynstringarskipanir – um bygna og nýtslu
  • um gummibjargingarbátar og tess útgerð
  • hvussu hydrostatiskir útloysarar virka og duga at seta teir í
  • grundleggjandi fyrstahjálp
  • grundleggjandi eldsløkking
  • ástøði um sløg av fiskiskipum, reiðskap og installatiónir
  • og fyrivarni um vandamikið arbeiði um borð

 Innihald: Í stuttum fevnir innihaldi um fylgjandi:

  • ávaringar og mynstring
  • gummibjargingarbátur
  • útgerð í gummibjargingarbáti
  • persónlig trygd og trygdarútgerð
  • praktiskar venjingar við gummibáti og bjargingarútgerð
  • praktiskar venjingar við fyrstuhjálp og eldsløkking
  • Ástøði um fiskiskipasløg og fiskiútgerð
  • og arbeiði um borð á fiskiskipum, sum heild.

Skeiðslongd: 5 dagar.

Gildistíð: 5 ár

Luttakaratal: Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 14.

Fólkaskúlin: Skeiðskostnaður til fólkaskúlanæmingar er kr 3.250,00.

Sjálvlestur: Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. At bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við týdningarmikil og praktisk rættaði skeið við høgum førleikakrøvum er ikki ráðiligt.

Innlæring: Skeiðið er ásett til 50 tímar yvir 5 dagar, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða partur av manningini um borð í fiskiskipum.

Sjónám hevur vælvitandi undirvísarar við drúgvum royndum, sum kunnu sameina vanliga skúlastovuundirvísing við hin praktiska veruleikan.

Trygdarskeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða givnir við góðum venjingum og góðum hentleikum við sera dugnaligum undirvísarum, sum fylgja tær allar 5 dagarnar, skeiðið varðar.

Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina - tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.

Alt í alt er talan um eina spennandi viku, har sum tað nýggja sjófólkið fær gott innlit í, hvussu tingini hanga saman um borð í fiskiskipum.

Kunngerð: Sí galdandi kunngerð her.

DKK 6.500,00

Register

Certificate from DNV-GL
Certificate from IASST
Certificate from Achilles JQS