Courses

Radiocommunication GMDSS - GOC - Renewal

2017

Kunning: Um nóg nógv tekna seg (min.3, max. 12) verður radioskeið hildið.

Registration: +298 66 58 88 or on sjonam@sjonam.fo

Information: Send to Sjónám your full name as well as date of birth, adress, mobile telephone number, e-mail adress, and how payment is made. 

Átekning: STCW 78 incl. Manila 2010 amendments A-IV/2.

Málbólkur: Øll sjófólk.

Upptøkukrøv: Luttakarin skal skilja føroyskt.

Málsetningur: Lesandi skulu læra tann ástøðiliga og verkliga kunnleikan sambært STCW 78 írokna Manila ískoytini A-IV/2 frá 2010. Hesin kunnleikin er neyðugur innan radiosamskifti, so viðkomandi kann standa fyri radiosamskiftinum umborð á fiskiskipum og handilsskipum í altjóða sigling.

Sambært reglugerð nr. 2 frá 16. mai 2004 um treytir at nýta radioútbúnað í radiotænastu á sjónum, sum seinast broytt við reglugerð nr. 1 frá 26. august 2009, er ein skrivlig roynd og ein munnlig roynd við einum verkligum parti.

Tá ið royndin er staðin, skrivar Fjarskiftiseftirlitið út eitt General Operator Certificate (GOC), ið er eitt Algilt GMDSS radiopróvbræv til nýtslu av allari GMDSS radioútgerð. GOC-radiopróvbrøv verða útskrivað fólkum, sum hava fylt 18 ár.

Innihald: Samsvarandi próvtøkuyvirlitinum, sum Fjarskiftieftirlitið hevur gjørt, verða settir spurningar í hesum:

1) Grundleggjandi meginreglur fyri siglinga radiotænastur, íroknað fylgisveinasamskifti,

herundir

a) sløg av samskifti (samskiftistypur)

b) sløg av støðum (stasjónstypur)

c) frekvensir (tíddir) og frekvensbond (tíddarbond)

d) útbreiðslan hjá radiobylgjum

e) samskiftishættir (samskiftismetodur)

f) sendi og bylgjuskiftishættir (sendi- og modulasjónstypur)

g) antennur

h) streymveitingar, íroknað ravkyknur (battaríir)

2) Nýtsla av

a) vaktmóttakarum

b) VHF radioútbúnaði

c) MF/ HF radioútbúnaði

d) Radiobjargingarmiðlar, so sum radiopeilisendarar (EPIRB’s)

radartranspondarar(SART) og flytiligur VHF handtólaradioútbúnaður

e) DSC, talgilt úrveljandi kall (Digital Selective Calling)

f) NAVTEX móttakarar

g) Fylgisveinasamskifti (útbúnaður ella samláti (simulatorur)

h) Radiotelexútbúnaður

3) Grundleggjandi feilfinning við hjálp av innbygdum mátitólum, umframt grundleggjandi feilrætting so sum skifting av sikringum, vísilampum o.l.

4) Framferðarhættir og handfaring av

a) GMDSS

b) Virkihátturin hjá Inmarsat í GMDSS, herundir

   1) Inmarsat A/ B

   2) Inmarsat C, og

   3) Inmarsat EGC

c) neyðradiopeilisendarar (EPIRB’s)

d) radartranspondarar (SART)

e) neyð-, snar- og trygdarsamskifti í GMDSS

f) neyð-, snar- og trygdarsamskifti við skip, ið ikki hava GMDSS útbúnað,

g) móttøka av siglinga trygdarboðum(MSI), og

h) leitingar- og bjargingartænastur (SAR)

5) Enska málið, bæði skrivligt og munnligt, skal vera nøktandi fyri at nýta tað samskiftið, sum er týdningarmikið viðvíkjandi trygdini hjá mannalívum á sjónum.

6) Tær reglugerðir og fyriskipanir, sum kravdar verða á skipum, undir hetta at skriva radiodagbók.

7) Mannagongdir fyri vanligum samskifti, herundir

a) val av hóskandi samskiftishátti í ymiskum umstøðum

b) trafikklistar

c) radiotelefonsamrøðum

d) radiotelexskrivingum

e) prísum

f) verkligar trafikkmannagongdir

g) tær týdningamestu sjóferðsluleiðirnar

h) eyðvísa Inmarsat strandarjørðstøðirnar og

i) eyðvísa týdningamestu strandarradiostøðirnar

Skeiðslongd: 8 dagar.

Gildistíð: 5 ár.

Luttakaratal: Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 12.

DKK 9.900,00

Register

Certificate from DNV-GL
Certificate from IASST
Certificate from Achilles JQS