Courses

Radiocommunication GMDSS - LRC

2017

Kunning: Um nóg nógv tekna seg (min.3, max. 12) verður radioskeið hildið.

Registration: +298 66 58 88 or on sjonam@sjonam.fo

Information: Send to Sjónám your full name as well as date of birth, adress, mobile telephone number, e-mail adress, and how payment is made. 

Átekning: ECC/REC/(10)03.

Málbólkur: Øll sjófólk.

Upptøkukrøv: Luttakarin skal skilja føroyskt.

Málsetningur: Lesandi skulu læra tann ástøðiliga og verkliga kunnleikan sambært felagsevropeiskari tilráðing frá radionevndini ECC í evropeiska post- og fjarskiftissambandinum CEPT. Hesin kunnleikin er neyðugur innan radiosamskifti, so viðkomandi kann standa fyri radiosamskiftinum umborð á fiskiskipum og handilsskipum í altjóða sigling, sum ikki eru SOLAS-skip.

Sambært reglugerð nr. 2 frá 16. mai 2004 um treytir at nýta radioútbúnað í radiotænastu á sjónum, sum seinast broytt við reglugerð nr. 1 frá 26. august 2009, er ein munnlig roynd við verkligum parti.

Tá ið royndin er staðin, skrivar Fjarskiftiseftirlitið út eitt Long Range Certificate (LRC) radiopróvbræv til nýtslu av siglinga MF-, HF- og VHF-GMDSS radioútgerð (við ella uttan fylgisveinasamskifti, men uttan telex). LRC-radiopróvbrøv verða útskrivað fólkum, sum hava fylt 16 ár.

Innihald: Samsvarandi próvtøkuyvirlitinum, sum Fjarskiftieftirlitið hevur gjørt, verða settir spurningar í hesum:

1) Grundleggjandi meginreglur fyri siglinga radiotænastur herundir

a) sløg av samskifti

b) sløg av radiostøðum

c) frekvensir (tíddir) og frekvensbond (tíddarbond)

d) útbreiðslan hjá radiobylgjum

e) samskiftishættir

f) sendi- og bylgjuskiftishættir

g) antennur, og

h) streymveitingar, íroknað ravkyknur (battaríir)

2) Nýtsla av

a) vaktmóttakarum

b) VHF radioútbúnaði

c) MF/ HF radioútbúnaði

d) Radiobjargingarmiðlum, so sum radiopeilisendarum (EPIRB’s)

radartranspondarum (SART) og flytiligan VHF handtólaradioútbúnað.

e) DSC, talgilt úrveljandi kall (Digital Selective Calling)

f) NAVTEX móttakarum.

3) Verkligir framferðarhættir og handfaring av

a) GMDSS

b) neyðradiopeilisendarum (EPIRB’s)

c) radartranspondarum (SART)

d) neyð-, snar- og trygdarsamskifti í GMDSS

e) neyð-, snar- og trygdarsamskifti við skip, ið ikki hava GMDSS

útbúnað,

f) móttøka av siglinga trygdarboðum (MSI), og

g) leitingar- og bjargingartænastum (SAR)

4) Munnligt enskt, sum er nøktandi fyri at nýta tað samskiftið, sum er týdningarmikið viðvíkjandi trygdini hjá mannalívum á sjónum.

5) Reglugerðir og fyriskipanir, sum kravdar verða á skipum, undir hetta at skriva radiodagbók.

6) Forskriftir fyri almennum samskifti, undir hesum

a) nýta hóskandi samskiftishátt í ymiskum førum,

b) trafikklistar

c) radiotelefonsamrøður

d) prísir

e) verkligar trafikk mannagongdir

f) eyðvísa tær týdningarmestu strandarstøðirnar.

5. LRC-radiopróvbræv við ískoytisroynd

LRC-radiopróvbræv kann verða áskrivað, at tað eisini er galdandi at nýta til samskifti um fylgisveinaútbúnað, hevur LRC-handhavarin staðið ískoytisroynd.

Samsvarandi próvtøkuyvirlitinum, sum Fjarskiftiseftirlitið hevur gjørt, verða settir spurningar í hesum:

1) Grundreglur fyri fylgisveinatænastu (Inmarsat A, B, C, og M).

2) At nýta Immarsat C útbúnað.

3) Skrivlig orðing á viðkomandi enskum máli.

 
Skeiðslongd: 8 dagar.

Gildistíð: Einki ásett.
 
Luttakaratal: Í mesta lagi 3. Í mesta lagi 12.

DKK 9.900,00

Register

Certificate from DNV-GL
Certificate from IASST
Certificate from Achilles JQS