Courses

Medical first aid, medicine chest-C; basic course

2018

Registration: +298 66 58 88 or on sjonam@sjonam.fo

Information: Send to Sjónám your full name as well as date of birth, adress, mobile telephone number, e-mail adress, and how payment is made. 

 

15-17 jan 2018
19-21 feb 2018
12-14 mars 2018
03-04 apríl 2018
14-15 mai 2018
18-19 juni 2018

2018

 Juli Aug Sep Okt Nov Dec
         27.08.18    24.09.18    22.10.18    19.11.18    17.12.18   

 

Útbúgvingarætlan C, bilag 3: TRÝST HER

Átekning: STCW 78 A-VI/4-1 við seinni broytingum og EU-samtykt 92/29/EØF.

Upptøkukrøv: Sí bilag 3 stk. 5 í útbúgvingarætlanini og skilja føroyskt. 

Prógv: Skeiðslærarin metir um ein er skikkaður, at fáa prógv sum sjúkraviðgerði um borð í skipum við medisikistu C.

Luttakaratal: Í minsta lagi 4. Í mesta lagi 8.

Sjálvlestur: Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. At bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við praktisk rættaði skeið við høgum førleikakrøvum er ikki ráðiligt.

Innlæring: Fult teknað grundskeið er ásett til 16 tímar yvir 2 dagar, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða sjúkraviðgerði um borð í skipum.

Sjónám hevur vælvitandi undirvísara við drúgvum royndum, sum kann sameina vanliga skúlastovuundirvísing við hin praktiska veruleikan.

Skeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða givnir við góðum venjingum og góðum hentleikum og dugnaligum undirvísara, sum fylgir tær báðar dagarnar, skeiðið varðar.

Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina - tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.

Alt í alt er talan um eitt spennandi skeið har sum sjófólk okkara fáa grundleggjandi upplæring til at virka, sum sjúkraviðgerði umborð í skipi.

DKK 4.000,00

Register

Certificate from DNV-GL
Certificate from IASST
Certificate from Achilles JQS