Skeið

Sjúkraviðgerði, kista-A Endurnýggjan

Tilmelding: 66 58 88 ella á sjonam@sjonam.fo

Upplýsingar: Vinarliga send Sjónámi fult navn, føðidato, føðistað, bústað, fartelefon, teldupost og gjaldsupplýsing.

Útbúgvingarætlan A, bilag 6: TRÝST HER

Átekning: STCW 78 A-VI/4-1 og 4-2 við seinni broytingum og EU-samtykt 92/29/EØF.

Upptøkukrøv: Sí bilag 6 stk. 5 í útbúgvingarætlanini og skilja føroyskt.

Prógv: Skeiðslærarin metir um ein er skikkaður at fáa endurnýggjað prógv sítt, sum sjúkraviðgerði um borð í skipum við medisikistu A.

Luttakaratal: Í minsta lagi 4. Í mesta lagi 8.

Sjálvlestur: Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. At bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við praktisk rættaði skeið við høgum førleikakrøvum er ikki ráðiligt.

Innlæring: Fult teknað endurnýggjanarskeið er ásett til 32 tímar yvir 4 dagar, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða sjúkraviðgerði um borð í skipum.

Sjónám hevur vælvitandi undirvísara við drúgvum royndum, sum kann sameina vanliga skúlastovuundirvísing við hin praktiska veruleikan.

Skeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða givnir við góðum venjingum og góðum hentleikum og dugnaligum undirvísara, sum fylgir tær allar 4 dagarnar, skeiðið varðar.

Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina - tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.

Alt í alt er talan um eitt spennandi skeið har sum sjófólk okkara fáa grundleggjandi upplæring til at virka, sum sjúkraviðgerði umborð í skipi.

kr. 7.500,00

Tilmelda til skeið

Góðkenning frá DNV-GL
Góðkenning frá IASST
Achillies JQS góðkend