Tilmelding
Skeiðið er ikki á fastari skrá enn, men verður hildið eftir tørvi. Vinarliga sendið okkum fyrispurning á sjonam@sjonam.fo ella á tlf: 66 58 88, so venda vit aftur sum skjótast við einum tilboði.
Átekning
STCW A-V/5.
Málbólkur
Sjófólk í altjóða sigling, sum skal starvast sum verndaryvirmaður skipsins.
Upptøkukrøv
Luttakarin skal skilja føroyskt. Til ber at halda skeiðið á enskum ella donskum. Setið tykkum í samband við okkum á Sjónámi. Vit finna eina loysn.
Málsetningur
At geva frálæru til tey sjófólk í altjóða sigling, soleiðis at tey lúka krøvini til at starvast sum verndaryvirmaður skipsins.
Innihald
- Hóttanir í siglignarumhvørvinum
- Lógir – altjóða og nationalar
- Hugtøk og definitiónir
- Handfaring av vitan
- Ábyrgdarbýti ímillum partar í altjóða sigling
- Eyðmerking av hóttanum
- Mannagongdir at kanna skip, fólk og viðføri
- At eyðmerkja persónar, ið kunnu vera ein hóttan
- Stýra eini fólkamongd
- Øll trý verndarstigini og hvørji tiltøk tey krevja
- Fráboðan av verndahendingum
- Gerð av verndarmannagongdum
- Kunnleiki til tilbúgving
- Verndarútbúgving og -venjing
Prógv
Luttakarin fær prógv eftir lokið skeið.
Skeiðslongd
3 dagar.
Gildistíð
Skeiðið gongur ikki út.
Luttakaratal
Í minsta lagi 4. Í mesta lagi 16.
Kostnaður
kr. 5.000,00