Útbúgvingar

Les til skipsatstøðara II

Kunning:

  • Lestrartíð: ½ ár
  • Umsóknarfreist: 15. juni 2017
  • Skúlabyrjan: 17. august 2017
  • Fíggjarviðurskifti: Lestrarstuðul
  • Útbúgvingarstovnur: Sjónám
  • Útbúgvingarstaður: Klaksvík
  • Kunning: Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur

Raðfesting:

Sjónám bjóðar út grundskeið og endaskeið samstundis.

Endaskeiðið verður raðfest framum grundskeiðið á vári. Grundskeiðið er raðfest framum endaskeiðið á heysti.

Skeiðini verða hildin, treyta av, at nóg nógv tekna seg.

Verður raðfesta skeiðið avlýst, so verður hitt skeiðið hildið, treyta av, at nóg nógv tekna seg.

Alment:

Eftir at 20 vikur grundskeið í útbúgving til skipsatstøðara er lokið bjóðar Sjónám endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara, ið er ein framhaldandi útbúgving á 20 vikur. Kunngerðin um endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara var sett í gildi í november 2015.

Útbúgvingin er ein lógásett framtíð til sjós og sostatt vegurin til møgulig vinnubrøv og førleikaprógv sambært galdandi kunngerð nr. 105 frá 5. august 2015 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum 

Tilmelding:

Møguligt er at tilmelda seg á heimasíðu Sjónáms: www.sjonam.fo.

Eisini ber til at senda Sjónámi umsókn tygara saman við avriti av grundskeiðinum, heilsuváttan, sjófartsbók og føðibrævi við Posta ella telduposti til sjonam@sjonam.fo.

Sjónám
Faktorsvegur 14
700 Klaksvík

Upptøka:

Til endaskeiðið í skipsatstøðaraútbúgvingini kunnu persónar takast upp, sum eftir at hava staðið grundskeið í skipsatstøðaraútbúgivngini, hava verið í starvi sum ófulltikin skipsatstøðari umborð á havfarandi handilsskipi størri enn 20 BT í minsta lagi í 6 mánaðar.

Upptøka til endaskeiðið er harumframt treytað av, at umsøkjari hevur galdandi heilsuváttan fyri sjófólk.

Tikið verður inn eftir tí raðfylgju, sum umsóknirnar koma inn, treytað av, at umsóknirnar lúka upptøkukrøvini, at pláss er og at nóg nógv tekna seg.

Útbúgvingarbók:

Vísandi til galdandi kunngerð nr. 105 frá 5. august 2015 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum krevst ofta góðkend útbúgvingarbók fyri at fáa sjóvinnubræv. Meira nágreinilig kunning um sjóvinnubrøv og førleikakrøv sæst her: Sjóvinnubrøv

Her kanst tú taka útbúgvingarbókina niður av netinum: Útbúgvingarbók

Innivist til næmingar:

Sjónám kann ikki veita lesandi innivist, men vit kunnu vísa til kunningarstovuna og Tekniska Skúla, sum kunnu útvega innivist. Eisini ber til at søkja eftir íbúð í lokalu fjølmiðlunum.

Ivamál:

Um ivamál stinga seg upp ert tú vælkomin, at seta seg í samband við Sjónám á telefon 66 58 88.

Kunngerð um endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara

Við heimild í § 4, § 6, stk. 1, nr. 1-5, § 8, stk. 4 og § 11 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø. verður ásett:

Øki

§ 1. Kunngerðin fevnir um endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara, sbr. § 5.

Krøv til endaskeiðið

§ 2. Endaskeiðið í útbúgvingini til skipsatstøðara skal lúka krøvini í altjóða sáttmálanum um útbúgving av sjófólki, um sjóvinnu og um vaktarhald við seinni broytingum, STCW-sáttmálin, reglu VI/I um grundleggjandi upplæring um trygd og tey ástøðiligu evnini sambært reglu II/4 og III/4 um vaktarhald.

Stk. 2. Umframt at lúka krøvini sambært stk. 1, hevur útbúgvingin til endamáls at geva næminginum førleikar, sum lúka krøvini í STCW-sáttmálanum, kapittul II/5 og III/5.

Førleikamál

§ 3. Endaskeiðið í útbúgvingini til skipsatstøðara skal geva næminginum neyðugu amboðini at menna seg í tí bindandi felagsskapi, sum neyðturviliga er í einari skipsmanning.

§ 4. Førleikamálini fevna um ta vitan, tey evni og teir førleikar, sum næmingurin skal røkka á endaskeiðnum.

Stk. 2. Vitanarførleikarnir eru, at skipsatstøðarin eftir staðið endaskeið hevur:

1)   kunnleika til uppbygging av skipi, innrætting, maskinarí og aðra útgerð,
2)   kunnleika til tey siglingarfrøðiligu og maskinteknisku økini umborð á skipi,
3)   fatan av týdninginum av góðari røkt umborð,
4)   kunnleika til ymsar vágar, tá arbeitt verður umborð á ymiskum skipasløgum, fyri at sleppa undan vanlukkum og arbeiðsskaðum,
5)   kunnleika til gongdir í sambandi við flutning og handfaring av last og
6)   kunnleika til grundleggjandi hugtøk og íblástur til ábøtur av verandi og menning av nýggjum mannagongdum og arbeiðsgongdum.

Stk. 3. Evnisførleikarnir eru, at skipsatstøðarin eftir staðið endaskeið kann:

1)   virkin luttaka í menning og varðveiting av einum tryggum og sunnum arbeiðsumhvørvi,
2)   útinnan av ítøkiligum viðlíkahaldsarbeiði og umvælingararbeiði umborð á skipi,
3)   nýta og viðlíkahalda bjargingarútgerð,
4)   fremja verkligt arbeiði umborð við togverki, veirum og útgerð til surring,
5)   fremja arbeiði í samsvari við ásettar normar fyri dygd,
6)   fremja verkliga eldsløkking,
7)   verða við til at bøta um fremjan og dygdina í arbeiðinum og
8)   nýta og samskifta á einum virknum enskum máli innan viðkomandi økir fyri starvið.

Stk. 4. Málið fyri at nema sær førleikar er, at eftir staðið endaskeið kann skipsatstøðarin:

1)   virkin luttaka í samstarvinum við ráðlegging av arbeiðsuppgávum,
2)   sjálvstøðugt útinna verkligar uppgávur í sambandi við vanligt skipsarbeiði, undir hesum viðlíkahaldsarbeiði, og
3)   leiða og fremja smærri flutningsuppgávur við m.a. handfaring av krana.

Stk. 5. Næmingurin skal eftir lokna útbúgving lúka krøvini í STCW-sáttmálanum í samsvari við dygdarkrøv Mentamálaráðsins viðvíkjandi:

1)   Passa ein bjargingarbát, bjargingarflaka og mann-yvir-borð bát, sambært reglu VI/2, § 1, í STCW-sáttmálanum.
2)   Dugnaskaparskeið í motorpassing.
3)   Verndartilbúgving og serstakar verndaruppgávur á skipi, sambært reglu VI/6, § 4, í STCW-sáttmálanum.

Upptøka á endaskeiðið

§ 5. Skúlin hevur ábyrgdina av upptøku á endaskeið í útbúgvingini til skipsatstøðara og tryggjar, at umsøkjarar lúka upptøkukrøvini sambært stk. 2 og 3.

Stk. 2. Á endaskeiðið í skipsatstøðaraútbúgvingini kunnu persónar takast upp, sum eftir at hava staðið grundskeið í skipsatstøðaraútbúgivngini, hava verið í starvi sum ófulltikin skipsatstøðari umborð á havfarandi handilsskipi størri enn 20 BT í minsta lagi í 6 mánaðar.

Stk. 3. Upptøka til endaskeiðið er harumframt treytað av, at umsøkjari hevur galdandi heilsuváttan fyri sjófólk.

Skipan av útbúgvingini

§ 6. Skúlin ásetur í námsskipan, reglur og vegleiðingar um, hvussu útbúgvingin skal leggjast til rættis, og hvussu útbúgvingin skal fremjast í verki. Námsskipanin skal lýsa, hvussu skúlin í síni tilrættislegging av útbúgvingini lýkur krøvini í skjali 1, umframt krøvini í STCW-sáttmálanum.

Stk. 2. Í námsskipanini skulu eisini ásetast nærri reglur um:

1)   mál fyri útbúgvingina,
2)   bygnað og uppbygging av útbúgvingini, modulir og ECTS-stig,
3)   undirvísingarhættir og samstarvshættir,
4)   samstarv við vinnu og aðrar útbúgvingarstovnar,
5)   lestrarætlanir og
6)   avriksflutning.

Stk. 3. Námsskipanir og munandi broytingar í skipanini fáa gildi frá skeiðsbyrjan.

Stk. 4. Námsskipanir og munandi broytingar í skipanini sambært stk. 3 skulu áseta skiftisreglur.

Stk. 5. Galdandi námsskipan skal verða atkomulig á heimasíðu skúlans og skal harumframt verða skjalprógvað í dygdarskipan skúlans.

Próvtøka og prógv

§ 7. Próvtøkur og eftirmetingar skulu viðgerast sambært kunngerð um próvtøkuskipan fyri maritimar útbúgvingar.

§ 8. Skúlin skrivar út endaligt prógv, tá ið næmingur hevur staðið endaskeiðið í útbúgving til skipsatstøðara.

Undirvísingarførleiki

§ 9. Lærari, sum skal undirvísa í útbúgving til skipsatstøðara, skal í minsta lagi hava útbúgving sum skipsførari við í minsta lagi tvey ára royndum sum einastýrimaður, yvirstýrimaður ella skipari við handilsskipum ella hava útbúgving sum maskinmeistari.

Stk. 2. Fyri at verða settur í fast starv skal lærari hava lokið viðkomandi námsfrøðiliga útbúgving, sum svarar til 30 stig í European Credit Transfer System, ECTS-stig.

Aðrar ásetingar

§ 10. Endaskeiðið í útbúgvingini til skipsatstøðara er ásett at verða ein lestrarhálva, sum svarar til 30 ECTS-stig.

Stk. 2. Avgerðir, sum skúlin tekur sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til landsstýrismannin.

Stk. 3. Kærur um avgerðir sambært stk. 2 skulu latast leiðara skúlans til hoyringar. Kærarin skal hava høvi at gera viðmerkingar til hoyringarsvarið frá leiðara skúlans í seinasta lagi 7 dagar frá tí degi, at leiðari skúlans skrivliga hevur fráboðað hoyringina fyri kæraranum.

Stk. 4. Leiðari skúlans sendir kæruna, hoyringarsvarið og møguligar viðmerkingar frá kæraranum til landsstýrimannin.

Stk. 5. Freistin at kæra avgerðir sambært stk. 2 er 2 vikur frá tí degi, avgerð skúlans skrivliga er fráboðað kæraranum.

Stk. 6. Kærur um próvtøkur og próvtøkuviðurskifti annars skulu viðgerast sambært kunngerð um próvtøkuskipan fyri maritimar útbúgvingar.

Stk. 7. Skúlin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at grundskeiðið í útbúgvingini til skipsatstøðara verður framt sambært skjali 1 við lýsing av innihaldinum í grundskeiðnum í útbúgvingini til skipsatstøðara.

Gildiskoma

§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Sí meira nágreiniliga lýsing av innihaldinum í endaskeiðnum í skipsatstøðaraútbúgvingini í skjali 1 aftast í kunngerðini. Tak niður kunngerð av netinum her: Kunngerð nr. 121 frá 11. november 2015.

Góðkenning frá DNV-GL
Góðkenning frá IASST
Achillies JQS góðkend