Um okkum

Um Sjónám

Sjónám er stovnur, ið fevnir um tað, sum fyrr vóru Klaksvíkar Sjómansskúli og Trygdarmiðstøðin. Sjónám myndar sjóvinnuútbúgvingarøkið undir leiðsluni á Tekniska skúla í Klaksvík. 

Klaksvíkar Sjómansskúli byrjaði sítt virksemi sum privatskúli – hann gjørdist ikki almennur fyrr enn í 1975. Fisher Heinesen byrjaði skúlan, og hildið var í fyrstanini til í skúlanum á Ziskatrø. Fyrsti flokkur byrjaði 1. oktober 1947. Í 1957 flutti skúlin inn í kjallaran í húsum Fishers norðuri á Kósini. Har helt skúlin til í 14 ár til 11. januar 1971, tá ið flutt varð inn á Garðavegi 11. Har helt skúlin til líka til 1. oktober  2012, tá ið bygningurin á Vestaru Bryggju stóð klárur.

Klaksvíkar Sjómansskúli hevur bjóðað fleiri útbúgvingar næstan frá byrjan. Í byrjanini var ein setuskiparaflokkur, meðan onkur einstaklingur tók heimaskiparaprógv. So við og við øktist virksemi til eisini at fevna um langfaraskiparaflokk, skiparaflokk og stýrimansflokk.

Klaksvíkar Sjómansskúli bjóðaði ikki bert útbúgvingar til navigatør. Í 1960 var fyrsta skeiðið í radiotelefoni hildið, og bert eitt ár seinni byrjaði fjarritaraútbúgvingin, sum tók 2 ár. Henda útbúgvingin kundi í Føroyum bert takast í Klaksvíkar Sjómansskúla, líka til hon bleiv tikin av í 1983.

Skipskokkaútbúgvingin byrjaði 17. Januar 1972. Tey fyrstu árini var køkurin hjá Húsarhaldsskúla Føroya nýttur til ta verkligu undirvísingina, men á vári í 1986 stóð køkurin í kjallaranum á Garðavegi 11 liðugur og klárur til nýtslu. Skipskokkaútbúgvingin helt uppat í 2011. Í hennara stað kom ein matvøruútbúgving, ið tekur 1 ár. Hon er skipað sum SIT og er samstundis farin undir Tekniska skúla.

Í august mánaða í 1991 byrjaði fyrsti sjóvinnuflokkur á Klaksvíkar Sjómansskúla. Hetta var ein útbúgving, ið tekur 5 mánaðir. Útbúgvingin var bæði ástøðilig og verklig, og tey lesandi kundu umframt taka dugnaskaparskeið í sigling.

Í 1991 byrjaði Klaksvíkar Sjómansskúli at hava trygdarskeið fyri sjófólkum. Sum við so nógvum øðrum virksemi skúlans, so eru undangongufólk, ið seta á gongd útbúgvingar. Frans Jacobsen gjørdist stjóri í 1985, og tað lá honum frammalaga at víðka virksemi á skúlanum til eisini at fevna um trygdarskeið.    

Virksemið innan trygdarskeið gjørdist meiri og meiri, og tí var Trygdarmiðstøðin stovnað í 1999. Øll árini, hon var sjálvstøðugur stovnur, gekk Trygdarmiðstøðin undan at geva sjómonnum skeið í trygd á sjónum umframt onnur skeið, t.d. bátaføraraskeið, FRC o.o. skeið.

Ta fyrstu tíðina eftir stovnanina helt Trygdarmiðstøðin til í Klaksvíkar Sjómansskúla. Síðan var hon eitt skifti á Tekniska Skúla, til hon í august 2001 flutti í hølini í Bøgøtu 38. Har var hon til oktober 2012, tá ið alt virksemið – saman við tí hjá Klaksvíkar Sjómansskúla – var lagt í tann nýggja bygingin á Vestaru Bryggju – adressan er Faktorsvegur 14.

Í august mánaða í 2014 byrjaði fyrsta grundskeið í útbúgving til skipsatstøðara á Sjónámi. Hetta er ein viðkomandi útbúgving fyri sjófólk, ið tekur ½ ár og er bæði ástøðilig og verklig. Tey lesandi kunnu umframt taka dugnaskaparskeið í sigling. Útbúgvingin var sett í gildi við kunngerð nr. 88 frá 4. august 2014 saman við fylgisskjali 1 um lýsing av innihaldinum.

Í januar 2017 bjóðaði Sjónám út fyrsta endaskeiðið í útbúgving til skipsatstøðara. Útbúgvingin var sett í gildi við kunngerð nr. 121 frá 11. november 2015 saman við fylgisskjali 1 um lýsing av innihaldinum.

Útboðið av skeiðum er økt munandi eins og tørvurin á skeiðum framvegis er stórur. Harafturat hevur Sjónám gjørt onnur skeið.

Sjónám er av Mentamálaráðnum góðkendur skúli og skeiðsveitari sambært STCW sáttmálanum, føroyskt tjóðarumboð í altjóða felagsskapinum hjá trygdarskúlum (IASST), ISO 9001 góðkend frá 5. september 2008 og Achilles góðkend í desember 2013.

Góðkenning frá DNV-GL
Góðkenning frá IASST
Achillies JQS góðkend