Útbúgvingar

Gríp møguleikan

Tríggjar spennandi maritimar útbúgvingar við undirvísing á høgum fakligum og kreativum støði verða bjóðaðar út í Klaksvík.

  • Skiparaútbúgving
  • Skipsatstøðari I - 20 vikur grundskeið í útbúgving til skipsatstøðara
  • Skipsatstøðari II - 20 vikur endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara

Dreymurin

Hevur tú ein dreym um eina yrkisleið, so vilja vit á Sjónámi hjálpa tær at gera dreymin til veruleika.

Á Sjónámi finnur tú eitt sunt og livandi skúlaumhvørvi, har undirvísingin er lagað til altjóða sáttmálakrøv um upplæring av sjófólki. Endamálið er at menna og veita útbúgvingar og skeið á høgum áltjóða støði har stremba verður eftir, at halda uppi eina mennandi og dagførda undirvísing til sjófólk okkara. Málsetningurin er at sjófólk okkara eru búgvin at átaka sær uppgávur og skyldur í altjóða vinnu.

Sjónám leggur dent á eitt modernað skúlaumhvørvi, har trivnaður og samanhald renna saman í eina náttúruliga eind. Á stovninum eru umstøðurnar góðar, nýggj høli og góðir og ágrýtnir lærarar. Vit bjóða tær at vera hjartaliga vælkomin á Sjónám og gleða okkum at síggja teg við skúlabyrjan.

Ivast tú í onkrum, ert tú altíð vælkomin at ráðføra teg við okkum, áðrenn tú søkir inn á útbúgvingar stovnsins.

Góðkenning frá DNV-GL
Góðkenning frá IASST
Achillies JQS góðkend