TÍÐINDI

SJÚKRAVIÐGERÐI

februar 3, 2017

Nú bjóðar Sjónám skeið sum sjúkraviðgerði um borð í skipi til viðskiftafólk síni.

Talan er um medisinkistuskeið A, B ella C. Til ber at taka grundskeið, endurnýggjanarskeið og at uppstiga B til A.

Øll skeiðini verða hildin samsvarandi STCW-sáttmálanum og galdandi EU-samtykt.

Vit á Sjónámi hava altíð sett góðskuna í hásæti og bjóða skeiðsluttakarum okkara dygdargóð skeið við góðum og væl uppløgdum skeiðslærarum

Sí meira um skeiðsætlan, útbúgvingarætlan og tilmelding á heimasíðuni.

Um ivamál stinga seg upp, ert tú vælkomin, at venda teg til okkara á tlf. 66 58 88 ella sjonam@sjonam.fo

Vinarliga
Sjónám

Onnur tíðindi
×