TÍÐINDI

ØLL EIGA AT DUGA FYRSTUHJÁLP

oktober 20, 2016

–    sigur ein avgjørdur Jákup Olsen úr Saltangará. Hann hevði á skeiði lært lívbjargandi fyrstuhjálp, og tað kom honum og øðrum til góðar, tá ið hann fyri kortum við til at bjarga einum mannalívi. 

Jákup Olsen tók eitt skeið í Basic Offshore Safety Course (BOSC) í februar 2014 á Sjónámi í Klaksvík. Hetta er trygdarskeið fyri tey, sum eru á boripalli. Ein partur av skeiðinum er at læra fyrstuhjálp – eisini lívbjargandi fyrstuhjálp.

Á einum boripalli eru fólk við serligari útbúgving og venjing til at taka sær av sjúku og skaða, men hini á pallinum eiga at hava førleika, hvat tey skulu gera, um tey koma fram á ein persón, sum er dottin um.

Á sama hátt verða sjófólk lærd lívbjargandi fyrstuhjálp, skuldi okkurt verið áfatt um borð.
– Tú veit aldrin, nær tú fært brúk fyri tí – ella um tú yvirhøvur fært brúk fyri tí, sigur Jákup. 
Men tá ið tað galt, var hann til reiðar!


SÁ ÚT TIL AT VERA DEYÐUR
Jákup var við familju sínari og helt summarferiu í Suðurjyllandi. Tey búðu 3 vikur í einum kampingøki uttan fyri Aabenraa. Har var hugnaligt og gott at vera, og tíðin gekk skjótt. Bert ein dagur var eftir – tey skuldu heim við Norrønu dagin eftir, og tey fóru tí ein túr inn í býin í Aabenraa.

Jákup tastaði eina handilsmiðstøð í tann spildurnýggja GPS’aran, sum var dagførdur vikuna frammanundan. 
– GPS’arin beindi okkum á ein skeivan veg. Hann bað meg snara inn á ein veg, har sum eitt forboðsskelti stóð. Tað vildi eg ikki, og koyrdi tí til næsta síðuveg ístaðin. Komin stutt inn á hendan vegin, sá eg ein mann liggjandi á knøunum á einum grasvølli. Hann lá á knøunum, so eg sá bert í bakið á honum og eitt sindur inn á síðuna.

Jákup sá, at høvdið lá framav inn undir bringuna. Høvdið var komið niður í vøllin, og kroppurin lá niðuryvir. Armar hansara lógu aftur við kroppinum, og hendurnar vóru bláar á liti. 
– Eg steðgi bilinum, fari yvir til mannin og síggi, at høvdið var eisini blátt. Eg var vísur í, at maðurin var deyður. Tí fór eg aftur til bilin og flutti hann, tí hann stóð mitt á vegnum.

Jákup tók telefonina úr lumman og ætlaði at ringja 112 – hann ivaðist um 0045 skuldi trýstast frammanfyri. Beint tá komu tvær ungar danskar kvinnur um 20 ára aldur til hansara. Hann bað tær ringja 112. Tær so gjørdu og tosaðu við alarmsentralin alla tíðina, til ambulansin var komin á staðið umleið 10 minuttir seinni.

– Eg rann aftur til mannin og legði hann á liðina. Høvdið kom í garðin, og eg fekk tí ikki strekt hálsin. Eg legði hann so á ryggin og tók undir knøini á honum og togaði hann út á grasvøllin, so at hann lá ordiliga.

HER ER EINKI AT GERA

Maðurin var í stuttum buksum – tað var hægsta summartíð – og Jákup føldi, at hann ikki var kaldur. So hugsaði Jákup, at her er kanska ein møguleiki. Hann hugsaði alt fyri eitt um hjarta-lungnahjálp, sum hann hevði lært á off-shore skeiði á Sjónámi.

– Eg trýsti, soleiðis sum eg varð lærdur. Eg blásti ongantíð i munnin hjá honum, men bleiv við at trýsta – ikki for skjótt, tí tað er sera strævið, og vildi eiga megi í eina góða løtu, um tað skuldi verðið neyðugt.

Alt fyri eitt, sum Jákup var byrjaður at trýsta, broyttist liturin í andlitinum hjá manninum frá myrkabláum til ein bleikan lit. So gjørdi tað í øllum førum mun, tað sum Jákup var byrjaður uppá. Men har var eingin pulsur!

–          Eg royndi inn ímillum at vita, um pulsur var. Rópti á hann og sló á kjálkan á honum. Einki svar!

Politiið kom á staðið 10 minuttir, eftir at genturnar høvdu ringt til alarmsentralin. Ein minutt seinni kom sjúkrabilurin.

–          Politistur tók yvir, tí eg var móður. Hann segði við meg, at eg skuldi ikki taka tað so tungt, um maðurin ikki kláraði tað, tí hann hevði roynt tað tvær ferðir áður uttan úrslit. Men hann fór so í gongd.

Við ambulansini vóru 2 portørar og ein lækni. Læknin segði alt fyri eitt, at her er einki at gera, tí maðurin var deyður. Men portørarnir høvdu sínar mannagongdir at halda seg til, og teir riggaðu til við allari sínari útgerð at stoyta hjartað á manninum. Men enn var eingin reaksjón.

–          Læknin segði tvær ferðir, at her var einki at gera, men portørarnir søgdu, at teir koyra sína rutinu ígjøgnum, og tað tók 20 minuttir.

So varð maðurin lagdur á børuna, og børan sett inn í ambulansina. Politiið fekk navn og telefonnummar hjá Jákupi. 
– Vit sigla heim við Norrønu tveir dagar seinni, og tosaðu vit um hendinga á vegnum heim. Vit vistu ikki betur, enn at maðurin var deyður, so tað var mest tosað um tað.

Vit koma heim til Føroya sunnukvøld. Mánadag ringir politiið úr Aabenraa.

–          Teir takkaðu mær fyri innsatsin, men eg svaraði, at tað var so sum so við innsatsinum, tá ið maður kortini var deyður. Tá fortelur politisturin, at maður ikki var deyður. Hjartað fór í gongd aftur, tá ið seinasta stoytið var givið. Politiið segði frá læknunum á sjúkrahúsinum, at hesin 65 ára gamli maðurin fór at klára tað 100%.

Tað var gott, at portørarnir ikki lótu seg steðga av orðum læknans!

GOTT AT VERA Á SKEIÐI
– At koma fyri slíkari hending kann vera skelkandi, og nógvir tankar fara í gongd. Mín fyrsti tanki var, um eg skuldi koyra víðari – visti ikki, um hann var avdottin í góðveðrinum. Men eg sá ikki høvdið!!

–          Tað er so ógvuliga ymiskt, hvussu fólk reagera í slíkum umstøðum. Fólk, sum komu á staðið, hildu seg nógvar metrar burturi. Vildu ikki koma ov nær. Onkur græt, hoyrdi eg. Eisini onkur, sum júst hevði verið á fyrstuhjálparskeiði.

–          Men tað, sum hevði allar størstan týdning fyri meg, var, at eg hevði verið á skeiði, har eg hevði lært lívbjargandi fyrstuhjálp. Skeiðið hevur verið gott fyri meg, og skeiðhaldarnir í Klaksvík góðir. Tí var eg nóg væl fyri at fara í gongd, tá ið á stóð. Hevði eg ikki verið á skeiði, so eri eg bangin fyri, at eg einki hevði gjørt. Tað gjørdi allan munin.

Jákup fegnast um, at alsamt fleiri fólk verða lærd lívbjargandi fyrstuhjálp. Seinasta stóra fetið rætta vegin var, tá ið tey sum taka koyrikort, eisini skulu læra hetta.

– Men, sigur Jákup, tey sum ganga í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum eiga eisini at læra lívbjargandi fyrstuhjálp.

Tú veitst ongantíð, nær tú fært brúk fyri tí….

                                                                                Skriva hevur H. Kjølbro                        

Onnur tíðindi
×