TÍÐINDI

Nýggj heimasíða

desember 20, 2021

Góðu næmingar, skeiðsluttakarar og viskiftafólk Sjónáms,Nýggja heimasíðuskipan skúlans hevur roynt seg nakrar dagar og hóast alt ikki riggar til fulnar enn, so er hon eitt frambrot í mun til gomlu! Nú ber til at tilmelda og gjalda skeið og søkja á útbúgvingarnar umvegis síðuna. Eisini hava vit fingið intranet til næmingar og skeiðsluttakarar har møguligt verður at heinta skeiðs og undirvísingatilfar, eftirmeta, samskifta osfr. Í løtuni verður arbeitt við at umseta síðuna, so haldi okkum tilgóðar at málfunkan til enskt ikki er fult virkin enn.Vit vilja takka INTRA og KREA fyri samstarvi við menningini av nýggju heimasíðuni og við vælvild í mun til at loysa byrjanartrupulleikarnar!Vælkomin at vitja síðuna og lati enduliga frætta um okkurt ikki riggar eftir ætlan ella kundi verið betri.

Onnur tíðindi
×