TÍÐINDI

Skipsatstøðarar

februar 24, 2022

Droymur tú um starv við stórari ábyrgd, fíggjarligum yvirskoti, spennandi upplivingum og nógvari frítíð?
– vel so eina sjóvinnuútbúgving.
Sjónám í Klaksvík bjóðar skipsatstøðaraútbúgving, ið styttur siglingstíðina munandi áðrenn skiparaskúlan.
Hetta er bæði ein handalig og bóklig útbúgving har tú lærur sjómansskap í breiðum týdningi fyri at tryggja eitt sterkt grundstøði at byggja víðari á í tíni karrieru.
Søk beinanvegin fyri at tryggja tær pláss á útbúgvingina, ið byrjar eftir summarfrítíðina.
– So sleppur tú, eins og Nólsoyar Páll, ein dag at føra skip ímillum lond!

 Far inn HER og les meira um útbúgvingina

Onnur tíðindi
×