TÍÐINDI

HEILSUSKEIÐ

januar 14, 2016

TÍÐINDASKRIV

Fyrsta skeiðið í medisinskari fyrstuhjálp hevur verið á Sjónámi. Talan er um kravda 2 vikur skeiðið til skiparaútbúgvingina – eftir leistinum í STCW A-VI/4-1 og 4-2 – eisini nevnt medisinkistuskeið A.

Tilgongdin at fáa hetta skeið hevur verið eitt sindur drúgv, men í dag hevur skiparaflokkur Sjónáms lokið skeiðið. Skeiðshaldari er Einar Klakstein. Eygleiðari til tað fyrsta skeiðið var Louisa Steen frá Center for Medisinsk Sundhed (CMS) á Fanø.

Ætlanin er at bjóða hetta skeiðið út til viðskiftafólk okkara – bæði grundskeiðið, sum tekur 2 vikur, og endurnýgging, sum tekur 4 dagar. Skeiðini verða í næstum sett í skeiðskipan okkara, og tey verða eftir ætlan boðin út eina ferð um mánaðin.

Onnur tíðindi
×