Skiparir 2025 - Prógvhandan

24. January 2025

Prógvhandan var á Sjónámi í gjár, hósdagin 23.januar tá 7 Skiparar fingu prógv.

Nýútbúnu skipararnir eru:
Jens Joensen, Brian Thomsen, Sveinur Bjarkason, Ludvik við Stein, Jógvan Ingvard Hansen, Aleksandur Hammer og Jørgen Gleðisheygg.

Hanus Mikkelsen, havnameistari, Jón Nónklett, skeiðslærari og Ludvik við Stein, nýútbúgvin skipari, bóru fram røðu.

Rani Nólsøe spældi nakrar frálíkar sjómanssangir og Poli Mikkelsen og Snorri Brend spældu undir til felagssangir.

Elias Zachariassen frá Skipara & Navigatørfelagnum handaði virðislønir og segði nøkur orð.

Fyri besta úrslit fekk Ludvik við Stein ein grindaknív frá Skipara & Navigatørfelagnum.

Fyri gott úrslit fekk Sveinur Bjarkason ein Steiner kikara frá Norðoya Sparikassa.
Sveinur var eisini av floksfeløgunum valdur til besta kammerat og fekk eitt ur frá Vela-Watches.

Vit á Sjónámi takka fyri tíðina og ynskja tykkum blíðan byr í ókomnum døgum.