Millión til Sjónám

09. februar 2022

Sum tit helst hava frætt so hevur Sjónám fingið eina millión frá A.P. Møller Fonden.Stuðulin skal brúkast til at menna skúlan til at bjóða fleiri trygdarskeið innan frálandavinnuna við at uppstiga skúlan til OPITO-standardin. Uppstiganin fer at gera tað møguligt hjá okkum at halda skeið í grundleggjandi offshore-trygd, eisini nevnt BOSIET. Ein partur av hesum skeiðnum er HUET, sum fevnir um rýming úr tyrlum. Hetta eru kravd skeið í frálandavinnuni, sum skulu endurnýggjast fjórða hvørt ár.Sjónám søkti um stuðul til verkætlanina frá A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal, vanliga nevndur A.P. Møller Fonden. Og tað er við stórum takksemi, at skúlin tekur ímóti stuðlinum. Uppstiganin til OPITO-standardin verður til stórt gagn fyri okkara sjófólk og fer harumframt at menna skúlan. Í dag noyðast føroysk sjófólk av landinum at taka hesi skeiðini. At tað nú fer at bera til at taka skeiðini í Føroyum hevur stóran týdning, bæði fyri sjófólkini, familjur teirra og reiðaríini. Hetta gevur meira tíð heima saman við familjuni, og reiðaríini spara pengar til ferðing og uppihald uttanlands. Sjónám eigur ein stóran part av útgerðini, sum krevst fyri at hava áðurnevndu skeið. Skúlin hevur nevniliga áður havt HUET-skeið, men misti góðkenningina í 2015, tá nýggj krøv komu. Skúlin fer nú at fyrireika uppstiganina til OPITO-standardin. Millum annað skulu starvsfólk førleikamennast til at halda skeiðini, og skoðarar koma frá OPITO í Skotlandi at góðkenna uppstiganina. Gongst sum ætlað, verður klárt at bjóða fyrstu skeiðini út í seinnu hálvu av 2022.