SØKT VERÐUR EFTIR AVLOYSARA

14. apríl 2016

Søkt verður eftir avloysara fyri undirvísara at byrja í 15. august í ár til 23. juni 2017.

Starvsinnihald:

• Undirvísari í skeiðsvirksemi Sjónáms. Undirvísingin fevnir um bæði ástøðiliga frálæru og venjingar við bjargingar- og eldsløkkiútgerð v.m.

• Undirvísa skipsatstøðarum m.a. í viðlíkahaldi

• Vera við til at menna og gera frálærutilfar í samsvari við altjóða krøv og tørvin hjá vinnuni

• Vera við til vanligt viðlíkahaldsarbeiði á venjingarstøðini og aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikar:
Umsøkjarin skal hava

• Útbúgving sum skipsførari við í minsta lagi tvey ára royndum sum einastýrimaður, yvirstýrimaður ella skipari við handilsskipi ella fiskiskipi.

• Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli

• Góð samstarvsevni og førleika til sjálvstøðugt arbeiði

• Kunnleika til samskiftis- og kunningatøkni

• Fyrimunur er um umsøkjarin hevur undirvísingarførleikar og -royndir frá t.d. sjó- og frálandavinnu

• Prógv sum fyrstuhjálparinstruktør er eisini ein fyrimunur.

Tann, ið settur verður, fær neyðuga upplæring frá stovninum og vera til reiðar at taka útbúgvingar og eftirútbúgvingar, sum eru viðkomandi fyri starvið.

Umsøkjarar skulu hava heilsváttan fyri sjófólk.

Setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag, www.lnd.fo

Setanarøkið fevnir um sjóvinnuútbúgvingarnar á Sjónámi og Tekniska Skúla í Klaksvík.

Umsóknir:
Umsóknarfreistin er 13.mai 2016.

Umsókn við ljóstøku av prógvum, yvirlit yvir royndir og møgulig viðmæli skulu sendast: 

Á teldupostadressu: runih(at)tsk.fo

ella

Tekniska Skúla í Klaksvík/Sjónám
Postboks 20
FO-700  Klaksvík
stílað: Rúni Heinesen, skúlastjóri

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ragnar Ludvig, deildarleiðara, tlf. 224464 ella ragnar(at)sjonam.fo

Lýsingin sæst eisini á www.sjonam.fo