TÍÐINDI
- SUMMARFRÍÐ Á SJÓNÁM
- PRÓGVHANDAN
- SKIPSATSØÐARAÚTBÚGVINGIN BROYTT
- SJÓNÁM LETUR UPP AFTUR
- HÓSDAGIN 23. JANUAR 2020 FINGU 4 SKIPSATSTØÐARAR PRÓGV Á SJÓNÁMI.
- SKIPSATSTØÐARAR – PRÓVHANDAN 20. JUNI 2019
- SKIPARAR – SKIPSATSTØÐARAR PRÓVHANDAN – 18.01.2019
- BROYTING VIÐVÍKJANDI CERTIFIKATUM
- FRÍDAGAR Í SKÚLAÁRINUM 2018/2019
- SKIPSATSTØÐARAR – PRÓVHANDAN 22. JUNI 2018
- SKIPARAR – PRÓVHANDAN – 23. JUNI 2017
- SKIPSATSTØÐARAR – PRÓVHANDAN 23. JUNI 2017
- BÁTAFØRARASKEIÐ
- SJÚKRAVIÐGERÐI
- PRÓVHANDAN
- SKIPSATSTØÐARI 2017
- SKIPSATSTØÐARI 2017
- GLEÐILIG JÓL
- NÝGGJ ÚTBÚGVING

NÝGGJUR DEILDARLEIÐARI SETTUR
mars 9, 2020
Brandur Hanusarson í Funningsstovu er settur í starv sum nýggjur deildarleiðari fyri Sjónám.
Brandur er útbúgvin skipari úr Vinnuháskúlanum í 2007, skipsførari úr Marstal 2010 og tók bachelorprógv á Fróðskaparsetri Føroya í 2019.
Hann hevur siglt sum stýrimaður og yvirstýrimaður í knapt 10 ár, flestu í frálandavinnuni.
Starvsuppgávurnar eru fjøltáttaðar herundir:
· Faklig ábyrgd av undirvísing og skeiðsvirksemi
· Ráðlegging, marknaðarføring og menning av útbúgvingum og skeiðsvirksemi
· Daglig ábyrgd av rakstrinum undir stjóranum
· Undirvísing innan maritimar útbúgvingar og -skeiðsvirksemi
Setanarøkið fevnir um sjóvinnuútbúgvingarnar á Sjónámi og Tekniska Skúla í Klaksvík.