- SJÓNÁM LETUR UPP AFTUR
- NÝGGJUR DEILDARLEIÐARI SETTUR
- HÓSDAGIN 23. JANUAR 2020 FINGU 4 SKIPSATSTØÐARAR PRÓGV Á SJÓNÁMI.
- SKIPSATSTØÐARAR – PRÓVHANDAN 20. JUNI 2019
- SKIPARAR – SKIPSATSTØÐARAR PRÓVHANDAN – 18.01.2019
- BROYTING VIÐVÍKJANDI CERTIFIKATUM
- FRÍDAGAR Í SKÚLAÁRINUM 2018/2019
- SKIPSATSTØÐARAR – PRÓVHANDAN 22. JUNI 2018
- SKIPARAR – PRÓVHANDAN – 23. JUNI 2017
- SKIPSATSTØÐARAR – PRÓVHANDAN 23. JUNI 2017
- BÁTAFØRARASKEIÐ
- SJÚKRAVIÐGERÐI
- PRÓVHANDAN
- SKIPSATSTØÐARI 2017
- SKIPSATSTØÐARI 2017
- GLEÐILIG JÓL
- NÝGGJ ÚTBÚGVING
- ØLL EIGA AT DUGA FYRSTUHJÁLP
- SKEIÐ TIL SJÚKRAVIÐGERÐAR
- DEADLINE 1. JANUAR 2017.

SKIPSATSØÐARAÚTBÚGVINGIN BROYTT
mai 15, 2020
Eftir summarfrítíðina verður útbúgvingin til skipsatstøðara I og II løgd saman
Skipsatstøðisútbúgvingin á Sjónámi verður eftir summarfrítíðina eitt sindur øðrvísi skipað. Higartil hevur útbúgvingarleisturin verið at næmingar eftir lokið grundskeið á 20 vikur fáa prógv sum ófulltikin skipsatstøðingur fyri síðani at sigla í minsta lagi 6 mánaðir áðrenn søkt verður á endaskeiðið á hálvt skúlaár afturat.
Uttanríkis og Mentamálaráðið hevur tikið avgerð um, at gera broytingar í útbúgvingini til skipsatstøðara soleiðis, at endaskeiðið verður lisið sum eitt framhald av grundskeiðnum uttan krav um 6 mánaðar siglingartíð millum bæði skeiðini.
Samstundis verður kravið um 17½ ára aldursmark fyri upptøku slept.
Eftir summarfrítíðina byrjar skipsatstøðara útbúgvingin tí sum eitt samanhangandi skeið á heilt skúlaár við sama innihaldi sum verandi byrjunar- og endaskeið og fáa tá næmingarnir høvið at taka allan skúlapartin í einum og sostatt fáa prógv sum fulltiknir skipsatstøðingar eftir loknan lestur.
Broytingarnar verða framdar sum ein royndarskipan við heimild í § 7, stk. 1 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o. ø.
Sjónám vónar at næmingar taka væl ímóti nýggja leistinum og vil minna á at útbúgvingin enn telur sum 18 mánaða siglingstíð fyri tey ið ætla sær at søkja á skipsførara útbúgving seinni. Tí vilja vit heita á næmingar um at søkja sum skjótast at tryggja sær upptøku eftir summarfrítíðina. Søkjast kann á beinleiðis á heimasíðuni: sjonam.fo á telduposti: sjonam@sjonam.fo ella á tlf. 665 888