TÍÐINDI
- NÝGGJ ÚTBÚGVING
- ØLL EIGA AT DUGA FYRSTUHJÁLP
- SKEIÐ TIL SJÚKRAVIÐGERÐAR
- DEADLINE 1. JANUAR 2017.
- VÆLKOMIN Á BÁTAFØRARASKEIÐ
- FØROYA SJÓMANNADAG TANN 17.08.2016 VERÐUR TEMADAGUR Á SJÓNÁMI
- SKÚLABYRJAN – HEYSTIÐ 2016
- SUMMARFRÍ
- PRÓVHANDAN
- PRÓVHANDAN
- SJÚKRAVIÐGERÐI
- SKEIÐ ÁÐRENN SUMMARFRÍTÍÐINA
- TRYGDARSKEIÐ FYRI MANNING Á FISKISKIPUM
- SØKT VERÐUR EFTIR AVLOYSARA
- RADIOSKEIÐ 4. APRÍL
- SJÚKRAVIÐGERÐI KISTA-A, ENDURNÝGGJAN
- PRÓVHANDAN – SKIPARAR
- PRÓVHANDAN – SKIPSATSTØÐARAR
- EYKA SKEIÐ
- HEILSUSKEIÐ

Starvslýsing
juli 13, 2022
Klaksvík, 13.juli 2022
LÆRARAR TIL SJÓNÁM – AVLOYSARAR
Søkt verður eftir tveimum undirvísarum til skeiðsvirksemið og undirvísing í skipsatstøðara- og skiparaútbúgvingini komandi skúlaár.
- Annað er fulltíðarstarv frá 15.august 2022 til 31.mars 2023 og
- hitt er ½-tíðarstarv alt komandi skúlaár.
Starvsinnihald:
- Undirvísa í trygd á sjónum. Undirvísingin fevnir um bæði ástøðiliga frálæru og venjingar við bjargingar- og eldsløkkiútgerð v.m.
- Undirvísingin fevnir um bæði ástøðiliga- og verkliga frálæru, sum eru ásettar í námsætlanum
- Vera við til vanligt viðlíkahaldsarbeiði á venjingarstøðini og aðrar fyrifallandi uppgávur
- Luttaka í toymisarbeiði til menninga av útbúgvingum og skeiðum
- Luttaka á námsfrøðiligum innleiðsluskeiði 3 dagar í viku 32-2022
Førleikar:
Umsøkjarin skal hava
- Lokið prógv sum skipsførari við minst 2 ára starvsroyndum við neyðugari eftirútbúgving innan trygd umborð á skipum, á boripallum ella flogferðslu, ið kann javnsetast og viðkomandi bachelor útbúgving
- Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
- Góð samstarvsevni og førleika til sjálvstøðugt arbeiði
- Kunnleika til samskiftis- og kunningatøkni og
- fyrimunur er um umsøkjarin hevur royndir sum undirvísari og -royndir frá t.d. sjó-, frálandavinnu ella loftferðslu
Setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fakfelag Sjómansskúlalærara Føroya, sæst á www.fmr.fo
Setanarøkið fevnir um sjóvinnuútbúgvingarnar á Sjónámi.
Spurningar til starvið kunnu setast Brandi í Funningstovu, deildarleiðara, tfl. 224464
Umsóknir:
Umsóknarfreistin er 24.juli 2022.
Umsókn við ljóstøku av prógvum, yvirlit yvir royndir og møgulig viðmæli skulu sendast:
Á teldupostadressu: runih@tsk.fo
ella
Sjónám
Postboks 20
FO-700 Klaksvík
stílað: Rúni Heinesen, skúlastjóri