FRC – Endurnýggjan

Melda til FRC, beinleiðis leinki:

25. august – HER

22. septembur – HER

Upplýsingar: Tá tilmeldað verður, skal luttakari hava heilsuváttan (bláubók) og prógv um staðið trygdarskeið, grundleggjandi bátaføraraskeið og tað gamla FRC prógvið við.

Avboð skulu fráboðast umvegis teldupost í seinasta lagi 3 verkadagar framman undan skeiðsbyrjan, so annar kann fáa plássið og fyri at fáa skeiðsgjaldið afturgoldið.

Átekning: STCW 78 A-VI/2-2, íroknað broytingarnar í Manila 2010.

Málbólkur: Manning umborð á skipi, sum skal manna ella taka ræðið á einum skjóttsiglandi bjargingarbáti.

Upptøkukrøv: Galdandi heilsuváttan (bláabók) fyri sjófólk, vera fyltur 18 ár, hava staðið trygdarskeið, bátaføraraskeið, grundleggjandi FRC-skeið umframt skilja føroyskt.

Málsetningur: Endurnýggjanarskeiðið er verkligt rættað og tilrættislagt soleiðis, at skeiðsluttakararnir møta dag 2 saman við teimum, ið taka grundskeið og gera venjingar saman við teimum í 1 dag.

Innihald: Við skeiðslok skal luttakarin duga at:

  • Skipa fyri tryggari útseting og upptøku av skjóttsiglandi bjargingarbáti
  • Rætta upp kollsigldan skjóttsiglandi bjargingarbát
  • Handfara skjóttsiglandi bjargingarbát í vánaligum líkindum
  • Svimja ílatin serútgerð
  • Brúka samskiftisútgerð og signalútgerð millum skjóttsiglandi bjargingarbát, tyrlu og skip
  • Brúka neyðútgerðina umborð
  • Taka upp neyðstaddan úr sjónum og flyta neyðstadda til bjargingartyrlu, skip ella annað trygt stað
  • Fremja í verki leitimynstur við atliti til viðurskifti í umhvørvinum
  • Seta í gongd og handfara motor í skjóttsiglandi bjargingarbáti

Skeiðslongd: 2 dagar um fultteknað, annars møguliga tillaga til 1 dag.

Prógv: Eftir lokið skeið verður prógv útskrivað.

Gildistíð: 5 ár. 

Luttakaratal: Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 6.

Sjálvlestur: Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. Tað verður ikki mett ráðiligt at bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við týdningarmikil og praktisk rættað skeið við høgum førleikakrøvum.

Innlæring: Fult teknað endurnýggjanarskeið til skjóttgangandi bjargingarbát er ásett til 16 tímar yvir 2 dagar, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða partur av manningini til skjóttgangandi bjargingarbát umborð á skipum. Um fáir luttakarar eru, verður skeiðið møguliga tillaga til 1 dag.

Sjónám hevur dugnaligar undirvísarar við drúgvum royndum, sum kunnu sameina vanliga skúlastovuundirvísing við praktiska veruleikan umborð á skipi.

Skeiðið verður skipað soleiðis, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða veittir við góðum venjingum og góðum hentleikum við undirvísarum, sum fylgja tær so leingi skeiðið varir.

Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina, tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.

Alt í alt er talan um eitt spennandi skeið, har sjófólk okkara fáa skjóttgangandi bátaføraraskeiðið og ábyrgdir tess dagførd.

kr. 5.500,00
Onnur skeið
×