FRC – Grundskeið

Melda til FRC, beinleiðis leinki:
1 Juni – HER

Upplýsingar: Tá tilmeldað verður, skal luttakari hava heilsuváttan (bláubók) og prógv um staðið trygdarskeið og grundleggjandi bátaføraraskeið við.

Avboð skulu fráboðast umvegis teldupost í seinasta lagi 3 verkadagar framman undan skeiðsbyrjan, so annar kann fáa plássið og fyri at fáa skeiðsgjaldið afturgoldið.

Átekning: STCW 78 A-VI/2-2, íroknað broytingarnar í Manila 2010.

Málbólkur: Manning umborð á skipi, sum skal manna ella taka ræðið á einum skjóttsiglandi bjargingarbáti.

Upptøkukrøv: Galdandi heilsuváttan (bláabók) fyri sjófólk, vera fyltur 18 ár, hava staðið trygdarskeið og bátaføraraskeið umframt skilja føroyskt.

Málsetningur: At geva skeiðsluttakarum (manning á MOB/FRC umborð á skipum) førleika til at taka ræðið á skjóttsiglandi bjargingarbáti undir og eftir útseting umframt at handfara motor í skjóttsiglandi bjargingarbáti.

Innihald: Skeiðsluttakararnir fáa vitan um:

  • Bygnaðin og útgerð í einum skjóttiglandi bjargingarbáti
  • Serlig eyðkenni og hentleikar í skjóttsiglandi bjargingarbáti
  • Trygdartiltøk meðan skjóttsiglandi bjargingarbátur verður settur út og tikin inn
  • Mannagongdir at rætta upp kollsigldan skjóttsiglandi bjargingarbát
  • Handfaring av skjóttsiglandi bjargingarbáti undir vanligum og óvanligum líkindum
  • Siglingar- og trygdarútgerð í skjóttsiglandi bjargingarbáti
  • Leitimynstur og viðurskifti í umhvørvinum, sum kunnu ávirka leiting
  • Meting av tilbúgvingarstøðu hjá skjóttsiglandi bjargingarbáti og viðkomandi útgerð til nýtslu alt fyri eitt
  • Hættir at seta í gongd og handfara motor við tilhoyri í skjóttsiglandi bjargingarbáti

Tá ið skeiðið er lokið, skal luttakari duga at:

  • Skipa fyri tryggari útseting og upptøku av skjóttsiglandi bjargingarbáti
  • Rætta upp kollsigldan skjóttsiglandi bjargingarbát
  • Handfara skjóttsiglandi bjargingarbát í vánaligum líkindum
  • Svimja ílatin serútgerð
  • Brúka samskiftisútgerð og signalútgerð millum skjóttsiglandi bjargingarbát, tyrlu og skip
  • Brúka neyðútgerðina umborð
  • Taka upp neyðstaddan úr sjónum og flyta neyðstadda til bjargingartyrlu, skip ella annað trygt stað
  • Fremja í verki leitimynstur við atliti til viðurskifti í umhvørvinum
  • Seta í gongd og handfara motor í skjóttsiglandi bjargingarbáti

Skeiðslongd: 3 dagar.

Prógv: Eftir lokið skeið verður prógv útskrivað.

Gildistíð: 5 ár.

Luttakaratal: Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 6.

Sjálvlestur: Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. Tað verður ikki mett ráðiligt at bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við týdningarmikil og praktisk rættað skeið við høgum førleikakrøvum.

Innlæring: Fult teknað skeið til FRC er ásett til 24 tímar yvir 3 dagar, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða partur av manningini til skjóttgangandi bjargingarbátin umborð á skipum.

Sjónám hevur dugnaligar undirvísarar við drúgvum royndum, sum kunnu sameina vanliga skúlastovuundirvísing við praktiska veruleikan umborð á skipi.

Skeiðið verður skipað soleiðis, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða veittir við góðum venjingum og góðum hentleikum við undirvísarum, sum fylgja tær allar 3 dagarnar, skeiðið varir.

Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina, tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.

Alt í alt er talan um eitt spennandi skeið, har sjófólk okkara fáa grundleggjandi upplæring í at føra skjóttgangandi bjargingarbát og hartilhoyrandi ábyrgdum.

kr. 6.500,00
Onnur skeið
×