Eldsløkking og fyrstahjálp til børn

Grundleggjandi eldsløkking og fyrstahjálp til børn

Tilmelding: Skeiðið er ikki á fastari skrá enn, men verður hildið eftir tørvi. Vinarliga sendið okkum fyrispurning á sjonam@sjonam.fo ella á tlf: 66 58 88, so venda vit aftur sum skjótast við einum tilboði.

Átekning: Sjónám/Dansk Røde Kors.

Málbólkur: Øll.

Upptøkukrøv: Luttakarin skal skilja føroyskt.

Málsetningur

1. Eldsløkking: Eftir lokið skeið skal luttakarin hava fingið grundleggjandi vitan og royndir innan eldsløkking.

2. Fyrstahjálp: Dansk Røde Kors: “På kurset lærer du både at yde livreddende førstehjælp til børn og hjælpe ved hverdagens små uheld som forgiftninger, forbrændinger, sår og lign. Kurset henvender sig til forældre, bedsteforældre og andre med ansvar for børn og tager udgangspunkt i deltagernes egne erfaringer og behov.”

Innihald:

1. Eldsløkking: Ástøðilig og praktisk frálæra í grundleggjandi eldsløkking.

  • Brandtrýkanturin
  • Sløkkiútgerð
  • Fyribyrging
  • Bjarging
  • Evakuering
  • Eldsløkking
  • Høvuðsdenturin á skeiðinum verður lagdur á at gera praktiskar venjingar.

2. Fyrstahjálp: 4 tímar við hjarta- og lungabjarging v.m. eftir leistinum hjá Dansk Røde Kors.

Prógv: Luttakarin fær prógv eftir lokið skeið.

Skeiðslongd: 8 tímar.

Gildistíð: Eingin áseting.

Luttakaratal: Í minsta lagi 6. Í mesta lagi 16.

kr. 800,00
Onnur skeið
×