Radioskeið í GMDSS – LRC

Tilmelding: Skeiðið er ikki á fastari skrá enn, men verður hildið eftir tørvi. Vinarliga sendið okkum fyrispurning á sjonam@sjonam.fo ella á tlf. 66 58 88, so venda vit aftur sum skjótast við einum tilboði.

Átekning: ECC/REC/(10)03.

Málbólkur: Øll sjófólk.

Upptøkukrøv: Luttakarin skal skilja føroyskt.

Málsetningur: Lesandi skulu læra tann ástøðiliga og verkliga kunnleikan sambært felagsevropeiskari tilráðing frá radionevndini ECC í evropeiska post- og fjarskiftissambandinum CEPT. Hesin kunnleiki er neyðugur innan radiosamskifti, so luttakarin kann standa fyri radiosamskiftinum umborð á fiskiskipum og handilsskipum í altjóða sigling, sum ikki eru SOLAS-skip.

Sambært reglugerð nr. 2 frá 16. mai 2004 um treytir at nýta radioútbúnað í radiotænastu á sjónum, sum seinast broytt við reglugerð nr. 1 frá 26. august 2009, er ein munnlig roynd við verkligum parti.

Tá royndin er staðin, skrivar Fjarskiftiseftirlitið út eitt Long Range Certificate (LRC) radiopróvbræv til nýtslu av maritimari MF-, HF- og VHF-GMDSS radioútgerð (við ella uttan fylgisveinasamskifti, men uttan telex). LRC-radiopróvbrøv verða útskrivað fólki, ið eru fylt 16 ár.

Innihald: Samsvarandi próvtøkuyvirlitinum, sum Fjarskiftieftirlitið hevur gjørt, verða settir spurningar í hesum:

1) Grundleggjandi meginreglur fyri maritimar radiotænastur, herundir

a) Sløg av samskifti

b) Sløg av radiostøðum

c) Frekvensir og frekvensbond

d) Útbreiðslan hjá radiobylgjum

e) Samskiftishættir

f) Sendi- og bylgjuskiftishættir

g) Antennur

h) Streymveitingar, íroknað battaríir

2) Nýtsla av

a) Vaktmóttakarum

b) VHF radioútbúnaði

c) MF/ HF radioútbúnaði

d) Radiobjargingarmiðlum, so sum radiopeilisendarum (EPIRB) radartranspondarum (SART) og flytiligum VHF handtólaradioútbúnaði.

e) DSC, talgilt úrveljandi kall (Digital Selective Calling)

f) NAVTEX móttakarum.

3) Verkligir framferðarhættir og handfaring av

a) GMDSS

b) Neyðradiopeilisendarum (EPIRB)

c) Radartranspondarum (SART)

d) Neyð-, snar- og trygdarsamskifti í GMDSS

e) Neyð-, snar- og trygdarsamskifti við skip, ið ikki hava GMDSS útbúnað

f) Móttøka av maritimum trygdarboðum (MSI)

g) Leitingar- og bjargingartænastum (SAR).

4) Munnligt enskt, sum er nøktandi fyri gott samskifti viðvíkjandi trygdini hjá sjófólki.

5) Reglugerðir og fyriskipanir, sum kravdar verða á skipum, herundir at skriva radiodagbók.

6) Forskriftir fyri almennum samskifti, undir hesum

a) Nýta hóskandi samskiftishátt í ymiskum umstøðum

b) Trafikklistar

c) Radiotelefonsamrøður

d) Prísir

e) Verkligar trafikkmannagongdir

f) Eyðmerkja tær týdningarmestu strandarstøðirnar.

5. LRC-radiopróvbræv við ískoytisroynd 

LRC-radiopróvbræv kann verða áskrivað, at tað eisini er galdandi at nýta til samskifti um fylgisveinaútbúnað, hevur LRC-handhavarin staðið ískoytisroynd.

Samsvarandi próvtøkuyvirlitinum, sum Fjarskiftiseftirlitið hevur gjørt, verða settir spurningar í hesum:

1) Grundreglur fyri fylgisveinatænastu (Inmarsat A, B, C, og M).

2) At nýta Immarsat C útbúnað.

3) Skrivlig orðing á viðkomandi enskum máli.

Skeiðslongd: 8 dagar.

Gildistíð: Einki ásett.

Luttakaratal: Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 12.

kr. 9.900,00
Onnur skeið
×