- Venjing við chute
- Trygdarskeið
- Trygdarskeið F
- COX – Grundskeið
- COX – Endurnýggjan
- FRC – Grundskeið
- FRC – Endurnýggjan
- Sjúkraviðgerði, kista-C Endurnýggjan
- Sjúkraviðgerði, kista-C Grundskeið
- Sjúkraviðgerði, kista-B Endurnýggjan
- Sjúkraviðgerði, kista-B Grundskeið
- Sjúkraviðgerði, kista-A Grundskeið
- Sjúkraviðgerði – Uppstigan – kista B til A
- Radioskeið í GMDSS – LRC
Melda til Sjúkraviðgerði, beinleiðis leinki:
15. august – HER
12. septembur – HER
17. oktobur – HER
14. novembur – HER
12. desembur – HER
Upplýsingar: Hava gamla prógvið við.
Avboð skulu fráboðast umvegis teldupost í seinasta lagi 3 verkadagar framman undan skeiðsbyrjan, so annar kann fáa plássið og fyri at fáa skeiðsgjaldið afturgoldið.
Útbúgvingarætlan A, bilag 6: TRÝST HER
Átekning: STCW 78 A-VI/4-1 og 4-2, íroknað broytingarnar í Manila 2010, og EU-samtykt 92/29/EØF.
Upptøkukrøv: Sí bilag 6 stk. 5 í útbúgvingarætlanini. Luttakarar mugu skilja føroyskt.
Prógv: Skeiðslærarin metir um ein er skikkaður at fáa sítt prógv sum sjúkraviðgerði umborð á skipum við medisinkistu A dagført.
Luttakaratal: Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 8.
Sjálvlestur: Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. Tað verður ikki mett ráðiligt at bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við týdningarmikil og praktisk rættað skeið við høgum førleikakrøvum.
Innlæring: Fult teknað endurnýggjanarskeið er ásett til 32 tímar yvir 4 dagar, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða sjúkraviðgerði umborð á skipum.
Sjónám hevur dugnaligan undirvísara við drúgvum royndum, sum kann sameina vanliga skúlastovuundirvísing við praktiska veruleikan umborð á skipi.
Skeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða veittir við góðum venjingum, góðum hentleikum og dugnaligum undirvísara, sum fylgir tær allar 4 dagarnar, skeiðið varir.
Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina, tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.
Alt í alt er talan um eitt spennandi skeið, har sjófólk okkara fáa grundleggjandi upplæring til at virka sum sjúkraviðgerði umborð á skipi.