Sjúkraviðgerði, kista-B Endurnýggjan

Melda til Sjúkraviðgerði, beinleiðis leinki:

17. oktobur – HER

14. novembur – HER

12. desembur – HER

Upplýsingar: Hav tað gamla prógvið við.

Avboð skulu fráboðast umvegis teldupost í seinasta lagi 3 verkadagar framman undan skeiðsbyrjan, so annar kann fáa plássið og fyri at fáa skeiðsgjaldið afturgoldið.

Útbúgvingarætlan B, bilag 7: TRÝST HER

Átekning: STCW 78 A-VI/4, íroknað broytingarnar í Manila 2010, og EU-samtykt 92/29/EØF.

Upptøkukrøv: Sí bilag 7 stk. 5 í útbúgvingarætlanini. Luttakarar mugu skilja føroyskt.

Prógv: Skeiðslærarin metir um ein er skikkaður at fáa sítt prógv sum sjúkraviðgerði umborð á skipum við medisinkistu B dagført.

Luttakaratal: Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 8.

Sjálvlestur: Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. Tað verður ikki mett ráðiligt at bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við týdningarmikil og praktisk rættað skeið við høgum førleikakrøvum.

Innlæring: Fult teknað endurnýggjanarskeið er ásett til 24 tímar yvir 3 dagar, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða sjúkraviðgerði umborð á skipum.

Sjónám hevur dugnaligan undirvísara við drúgvum royndum, sum kann sameina vanliga skúlastovuundirvísing við praktiska veruleikan umborð á skipi.

Skeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða veittir við góðum venjingum, góðum hentleikum og dugnaligum undirvísara, sum fylgir tær allar 3 dagarnar, skeiðið varir.

Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina, tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.

Alt í alt er talan um eitt spennandi skeið, har sjófólk okkara fáa grundleggjandi upplæring til at virka sum sjúkraviðgerði umborð á skipi.

kr. 6.000,00
Onnur skeið
×