Sjúkraviðgerði, kista-C Grundskeið

Tilmelding: Skeiðið er ikki á fastari skrá enn, men verður hildið eftir tørvi. Vinarliga sendið okkum fyrispurning á sjonam@sjonam.fo ella á tlf. 66 58 88, so venda vit aftur sum skjótast við einum tilboði.

Útbúgvingarætlan C, bilag 3: TRÝST HER

Átekning: STCW 78 A-VI/4-1, íroknað broytingarnar í Manila 2010, og EU-samtykt 92/29/EØF.

Upptøkukrøv: Sí bilag 3 stk. 5 í útbúgvingarætlanini. Luttakarar mugu skilja føroyskt.

Prógv: Skeiðslærarin metir um ein er skikkaður at fáa prógv sum sjúkraviðgerði umborð á skipum við medisinkistu C.

Luttakaratal: Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 8.

Sjálvlestur: Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. Tað verður ikki mett ráðiligt at bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við týdningarmikil og praktisk rættað skeið við høgum førleikakrøvum.

Innlæring: Fult teknað grundskeið er ásett til 16 tímar yvir 2 dagar, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða sjúkraviðgerði umborð á skipum.

Sjónám hevur dugnaligan undirvísara við drúgvum royndum, sum kann sameina vanliga skúlastovuundirvísing við praktiska veruleikan umborð á skipi.

Skeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða veittir við góðum venjingum, góðum hentleikum og dugnaligum undirvísara, sum fylgir tær báðar dagarnar, skeiðið varir.

Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina, tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.

Alt í alt er talan um eitt spennandi skeið, har sjófólk okkara fáa grundleggjandi upplæring til at virka sum sjúkraviðgerði umborð á skipi.

kr. 4.000,00
Onnur skeið
×