Sjúkraviðgerði – Uppstigan – kista B til A

Tilmelding: Skeiðið er ikki á fastari skrá enn, men verður hildið eftir tørvi. Vinarliga sendi okkum fyrispurning á sjonam@sjonam.fo ella á tlf. nr. +298665888, so venda vit aftur sum skjótast við einum tilboði. Minsta luttakaratal per skeiðsbólk er 3 og mesta er 8.

Útbúgvingarætlan B til A, bilag 4: TRÝST HER

Átekning: STCW 78 A-VI/4 við seinni broytingum og EU-samtykt 92/29/EØF.

Upptøkukrøv: Sí bilag 4 stk. 5 í útbúgvingarætlanini og skilja føroyskt. 

Prógv: Skeiðslærarin metir um ein er skikkaður, at verða uppstigaður frá B-prógvi til A-prógv, sum sjúkraviðgerði um borð í skipum við medisikistu A.

Luttakaratal: Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 8.

Sjálvlestur: Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. At bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við praktisk rættaði skeið við høgum førleikakrøvum er ikki ráðiligt.

Innlæring: Fult teknað skeið er ásett til 40 tímar yvir 5 dagar, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða sjúkraviðgerði um borð í skipum.

Sjónám hevur vælvitandi undirvísara við drúgvum royndum, sum kann sameina vanliga skúlastovuundirvísing við hin praktiska veruleikan.

Skeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða givnir við góðum venjingum og góðum hentleikum og dugnaligum undirvísara, sum fylgir tær allar 5 dagarnar, skeiðið varðar.

Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina – tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.

Alt í alt er talan um eitt spennandi skeið har sum sjófólk okkara fáa grundleggjandi upplæring til at virka, sum sjúkraviðgerði umborð í skipi.

kr. 8.000,00
Onnur skeið
×