Trygdarskeið

Grundleggjandi og endurnýggjan trygdarskeið fyri manning umborð á handils- og fiskiskipum.

Melda til trygdarskeið, beinleiðis leinki:

15. august – HER

29. august – HER

12. septembur – HER

26. septembur – HER

3. oktobur – HER

Upplýsingar: Tá tilmeldað verður, skal luttakari hava heilsuváttan (bláubók) við. Um endurnýggjan er neyðug, skal tað gamla prógvið eisini takast við.

Avboð skulu fráboðast umvegis teldupost í seinasta lagi 3 verkadagar framman undan skeiðsbyrjan, so annar kann fáa plássið og fyri at fáa skeiðsgjaldið afturgoldið.

Átekning: STCW 78 A-VI/1-1, 1-3, 1-4, íroknað broytingarnar í Manila 2010.

Fiskiskip: Á fiskiskipum, har roykkavaraútgerð ikki er kravd, kunnu sjófólk sleppa undan kravinum um roykkaving sbrt. STCW A-VI/1-2. Harafturat kunnu sjófólk, ið ikki sbrt. brandrulluni skulu roykkava, sleppa undan kravinum um roykkaving sbrt. STCW A-VI/1-2. Er tørvur á roykkaving, má hesin parturin takast hjá øðrum skeiðsveitara.

Handilsskip: Roykkaving sbrt. STCW A-VI/1-2 má takast hjá øðrum skeiðsveitara.

Málbólkur: Øll sjófólk.

Upptøkukrøv: Galdandi heilsuváttan (bláabók) fyri sjófólk. Undirvísingin er á føroyskum, so hjá teimum, ið ikki skilja føroysk, er bert møguligt at luttaka, um tulkur er við.

Málsetningur: Endamálið við trygdarskeiðinum er at kunna um nýtslu og viðlíkahald av bjargingarútgerð, umframt at kunna um persónliga trygd og persónligar skyldur til tess at gera sjófólk betri før fyri at fyribyrgja vanlukkum og at duga betur at bera seg at í neyðstøðu.

Tá skeiðið er liðugt, skal skeiðsluttakarin hava førleika at bjarga sær úr neyð og hjálpa øðrum, sum eru í neyð.

Á trygdarskeiði læra skeiðsluttakarar m.a. um:

  • Fráboðanarskipanir umborð á skipi
  • Mynstringarskipanir – um bygnað og nýtslu
  • Gummibjargingarbátar og tess útgerð
  • Hvussu hydrostatiskir útloysarar virka og hvussu teir verða settir í
  • Grundleggjandi fyrstuhjálp

Innihald: Í stuttum fevnir innihaldið um:

  • Ávaringar og mynstring
  • Gummibjargingarbát
  • Útgerð í gummibjargingarbáti
  • Persónliga trygd og trygdarútgerð
  • Praktiskar venjingar við gummibáti og bjargingarútgerð
  • Fyrstuhjálp

Skeiðslongd: 2 dagar.

Gildistíð: 5 ár.

Luttakaratal: Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 16.

Sjálvlestur: Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. Tað verður ikki mett ráðiligt at bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við týdningarmikil og praktisk rættað skeið við høgum førleikakrøvum.

Innlæring: Fult teknað endurnýggjanarskeið í STCW 78 A-VI/1-1, 1-3, 1-4 er ásett til 16 tímar yvir 2 dagar, har skeiðsluttakari ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða partur av manningini umborð á skipum.

Sjónám hevur dugnaligar undirvísarar við drúgvum royndum, sum kunnu sameina vanliga skúlastovuundirvísing við praktiska veruleikan umborð á skipi.

Skeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða veittir við góðum venjingum og góðum hentleikum við undirvísarum, sum fylgja tær báðar dagarnar, skeiðið varir.

Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina, tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.

Alt í alt er talan um eitt spennandi skeið, har sjófólk okkara verða dagførd í STCW 78 A-VI/1-1 (yvirlivingarhættum), 1-3 (fyrstahjálp til sjófólk) og 1-4 (sosialum skyldum v.m.).

kr. 3.500,00
Onnur skeið
×