Trygdarskeið F

Trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum

Melda til trygdarskeið F, beinleiðis leinki:
7 Juni – HER

Upplýsingar: Tá tilmeldað verður, skal luttakari hava heilsuváttan (bláubók) við.

Avboð skulu fráboðast umvegis teldupost í seinasta lagi 3 verkadagar framman undan skeiðsbyrjan, so annar kann fáa plássið og fyri at fáa skeiðsgjaldið afturgoldið.

Átekning: STCW 78 A-VI/1-1, 1-3, 1-4, og STCW F III/1-2 og 1-6, íroknað broytingarnar í Manila 2010.

Málbólkur: Fólk, sum fara fyrsta túr við fiskiskipi.

Upptøkukrøv: Galdandi heilsuváttan (bláabók) fyri sjófólk. Undirvísingin er á føroyskum, so hjá teimum, ið ikki skilja føroyskt, er møguligt at luttaka, um tulkur er við.

Málsetningur: Endamálið við trygdarskeiðnum er at kunna um nýtslu og viðlíkahald av bjargingarútgerð, sløkkiútgerð, umframt at kunna um persónliga trygd og persónligar skyldur til tess at gera sjófólk umborð á fiskiskipum betri før fyri at fyribyrgja vanlukkur og at duga betur at bera seg at í neyðstøðu.

Tá skeiðið er liðugt, skal skeiðsluttakarin hava førleika at bjarga sær úr neyð og at hjálpa øðrum, sum eru í neyð.

Á trygdarskeiði læra skeiðsluttakarar m.a. um:

  • Fráboðanarskipanir umborð á skipi
  • Mynstringarskipanir – um bygnað og nýtslu
  • Gummibjargingarbátar og hartilhoyrandi útgerð
  • Hvussu hydrostatiskir útloysarar virka og hvussu teir verða settir í
  • Grundleggjandi fyrstuhjálp
  • Grundleggjandi eldsløkking
  • Ástøði um sløg av fiskiskipum, reiðskap og installatiónir
  • Fyrivarni um vandamikið arbeiði umborð

Innihald: Í stuttum fevnir innihaldið um:

  • Ávaringar og mynstring
  • Gummibjargingarbátar
  • Útgerð í gummibjargingarbáti
  • Persónliga trygd og trygdarútgerð
  • Praktiskar venjingar við gummibáti og bjargingarútgerð
  • Praktiskar venjingar við fyrstuhjálp og eldsløkking
  • Ástøði um fiskiskipasløg og fiskiútgerð
  • Arbeiði umborð á fiskiskipum sum heild

Skeiðslongd: 4 dagar.

Gildistíð: 5 ár.

Luttakaratal: Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 16.

Fólkaskúlin: Skeiðskostnaður til fólkaskúlanæmingar er 2.500 kr. Hetta má gjaldast við bankaflyting og ikki við kortgjaldi á heimasíðuni.

Sjálvlestur: Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. Tað verður ikki mett ráðiligt at bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við týdningarmikil og praktisk rættað skeið við høgum førleikakrøvum.

Innlæring: Skeiðið er í 4 dagar, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanar- og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða partur av manningini umborð á fiskiskipum.

Sjónám hevur dugnaligan undirvísarar við drúgvum royndum, sum kunnu sameina vanliga skúlastovuundirvísing við praktiska veruleikan umborð á skipi.

Trygdarskeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða veittir við góðum venjingum og góðum hentleikum við sera dugnaligum undirvísarum, sum fylgja tær allar 4 dagarnar, skeiðið varir.

Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina, tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.

Alt í alt er talan um eina spennandi viku, har sum tað nýggja sjófólkið fær gott innlit í, hvussu tingini hanga saman umborð á fiskiskipum.

Kunngerð: Sí galdandi kunngerð her.

kr. 4.000,00
Onnur skeið
×