Trygdarskeið F

Trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum

Melda til trygdarskeið F, beinleiðis leinkja:
31 Januar – HER
21 Febuar – HER
21 Mars – HER
19 Apríl – HER
16 Mai – HER
20 Juni – HER

Upplýsingar: Tá tilmelda er, skal man hava heilsuváttan við (bláubók).
Avboð skulu fráboðast umvegis teldupost í seinasta lagi 3 verkadagar frammanundan skeiðsbyrjan, so annar kann fáa plássið, fyri at fáa skeiðgjaldið afturgoldið.

Átekning: STCW 78 incl. Manila 2010 amendments A-VI/1-1, 1-3, 1-4 og STCW F III/1-2 og 1-6.

Málbólkur: Fólk sum fara fyrstu ferð til sjós við fiskiskipum.

Upptøkukrøv: Galdandi heilsuváttan (bláubók) fyri sjófólk. Undirvísingin er á føroyskum, so hjá teimum ið ikki skilja føroysk, er møguligt at luttaka um tulkur er við.

Málsetningur: Endamálið við trygdarskeiðnum er at kunna um nýtslu og viðlíkahald av bjargingarútgerð, sløkkiútgerð, umframt at kunna um persónliga trygd og persónligar skyldur, til tess at gera sjófólk um borð fiskiskipum betri før fyri at fyribyrgja at vanlukkur henda og at duga betur at bera seg at í neyðstøðu.

Tá skeiðið er liðugt, skal skeiðsluttakarin hava førleika at bjarga sær úr neyð og at hjálpa øðrum, sum eru í neyð.

Á trygdarskeiði læra skeiðsluttakarar m.a.: 

  • fráboðanarskipanir um borð í skipi
  • mynstringarskipanir – um bygna og nýtslu
  • um gummibjargingarbátar og tess útgerð
  • hvussu hydrostatiskir útloysarar virka og duga at seta teir í
  • grundleggjandi fyrstahjálp
  • grundleggjandi eldsløkking
  • ástøði um sløg av fiskiskipum, reiðskap og installatiónir
  • og fyrivarni um vandamikið arbeiði um borð

 Innihald: Í stuttum fevnir innihaldi um fylgjandi:

  • ávaringar og mynstring
  • gummibjargingarbátur
  • útgerð í gummibjargingarbáti
  • persónlig trygd og trygdarútgerð
  • praktiskar venjingar við gummibáti og bjargingarútgerð
  • praktiskar venjingar við fyrstuhjálp og eldsløkking
  • Ástøði um fiskiskipasløg og fiskiútgerð
  • og arbeiði um borð á fiskiskipum, sum heild.

Skeiðslongd: 4 dagar.

Gildistíð: 5 ár

Luttakaratal: Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 16.

Fólkaskúlin: Skeiðskostnaður til fólkaskúlanæmingar er 3.250,00 kr. Hetta má gjaldast við bankaflyting og ikki við kortgjald á heimasíðuni.

Sjálvlestur: Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur ella partvísan sjálvlestur. At bjóða sjófólki okkara sjálvlestur í sambandi við týdningarmikil og praktisk rættaði skeið við høgum førleikakrøvum er ikki ráðiligt.

Innlæring: Skeiðið er í 4 dagar, har skeiðsluttakarin ognar sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða partur av manningini um borð í fiskiskipum.

Um fáir luttakara eru til skeiði er møguligt at ogna sær vitanarførleikar og evnisførleikar yvir 4 dagar.

Sjónám hevur vælvitandi undirvísarar við drúgvum royndum, sum kunnu sameina vanliga skúlastovuundirvísing við hin praktiska veruleikan.

Trygdarskeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir, ein ognar sær, verða givnir við góðum venjingum og góðum hentleikum við sera dugnaligum undirvísarum, sum fylgja tær allar 4 dagarnar, skeiðið varðar.

Ein sameining av tí praktiska og ástøðiliga undirvísingarháttinum, har undirvísari er til staðar alla tíðina – tryggjar góðskuna og stuðlar í størsta mun undir menningina av sjálvbjargni, samstarvsevnum og trygdina á sjónum sum heild.

Alt í alt er talan um eina spennandi viku, har sum tað nýggja sjófólkið fær gott innlit í, hvussu tingini hanga saman um borð í fiskiskipum.

Kunngerð: Sí galdandi kunngerð her.

kr. 6.500,00
Onnur skeið
×