Venjing við chute

Venjing við chute tilhoyrandi MES-støð sambært SOLAS

Tilmelding: Skeiðið er ikki á fastari skrá enn, men verður hildið eftir tørvi. Vinarliga sendið okkum fyrispurning á sjonam@sjonam.fo ella á tlf. 66 58 88, so venda vit aftur sum skjótast við einum tilboði.

Kunning: Skeiðið verður bert hildið, um nóg nógv tekna seg.

Átekning: SOLAS III/Reg.19.3.3.8.

Málbólkur: Sjófólk, sum sigla við handilsskipum við MES-skipan umborð.

Upptøkukrøv: Galdandi heilsuváttan (bláabók) fyri sjófólk, skilja føroyskt.

Málsetningur: Tá skeiðið er liðugt, skal skeiðsluttakarin hava gjørt venjingar við chute fyri manning umborð á skipum, ið eru útgjørd við MES-støð.

Innihald: Í stuttum fevnir innihaldið um ástøðiliga undirvísing saman við praktiskari venjing við chute samsvarandi ásetingunum í SOLAS III/Reg.19.3.3.8, undantikið tær mannagongdir í sambandi við rýming, sum eru galdandi umborð.

Skeiðslongd: 2 tímar.

Gildistíð: 3 ár.

Luttakaratal: Í minsta lagi 3. Í mesta lagi 16.

kr. 500,00
Onnur skeið
×