Verndaransni

Tilmelding: Skeiðið er ikki á fastari skrá enn, men verður hildið eftir tørvi. Vinarliga sendi okkum fyrispurning á sjonam@sjonam.fo ella á tlf. nr. +298665888, so venda vit aftur sum skjótast við einum tilboði. Minsta luttakaratal per skeiðsbólk er 4 og mesta er 16.

Átekning: STCW 78 incl. Manila 2010 amendments A-VI/6.

Málbólkur: Øll sjófólk.

Upptøkukrøv: Luttakarin skal skilja føroyskt. Skeiðið kann tó eisini haldast á enskum ella donskum – seti tykkum í samband við okkum á Sjónámi at hoyra meira. Vit finna eina loysn.

Málsetningur: At kunna sjófólk í altjóða sigling um ISPS.

Innihald: Fylgjandi listi lýsir innihaldi:

  • Gjøgnumgongd av hugtakinum verndarvarhugi um borð í skipi
  • Inngangur til hugtakið ISPS
  • Yvirgangur í havn og úti á havinum.
  • Skipsverndarumboð (SSO)
  • Gjøgnumgongd av ISPS-koduni parti A og B. Havnir og trygd
  • Gjøgnumgongd av spurningum í ISPS-koduni parti A og B
  • Vápn og ólóglig evnir

Prógv: Eftir lokið skeið verður prógv útskrivað

Skeiðslongd: 1 dagur.

Gildistíð: Einki ásett.
 
Luttakaratal: Í minsta lagi 4. Í mesta lagi 16.

1.500,00
Onnur skeið
×