Verndaransni

Tilmelding: Skeiðið er ikki á fastari skrá enn, men verður hildið eftir tørvi. Vinarliga sendið okkum fyrispurning á sjonam@sjonam.fo ella á tlf: 66 58 88, so venda vit aftur sum skjótast við einum tilboði.

Átekning: STCW 78 A-VI/6, íroknað broytingarnar í Manila 2010.

Málbólkur: Øll sjófólk.

Upptøkukrøv: Luttakarin skal skilja føroyskt. Skeiðið kann tó eisini haldast á enskum ella donskum – setið tykkum í samband við okkum á Sjónámi fyri at hoyra meira. Vit finna eina loysn.

Málsetningur: At kunna sjófólk í altjóða sigling um ISPS.

Innihald: Fylgjandi listi lýsir innihaldið:

  • Gjøgnumgongd av hugtakinum verndaransni umborð á skipi
  • Inngangur til hugtakið ISPS
  • Yvirgangur í havn og úti á havinum
  • Skipsverndarumboð (SSO)
  • Gjøgnumgongd av ISPS-koduni, parti A og B, havnir og vernd
  • Gjøgnumgongd av spurningum í ISPS-koduni, parti A og B
  • Vápn og ólóglig evnir

Prógv: Eftir lokið skeið verður prógv útskrivað.

Skeiðslongd: 1 dagur.

Gildistíð: Einki ásett.

Luttakaratal: Í minsta lagi 4. Í mesta lagi 16.

1.500,00
Onnur skeið
×