Skipari

  • Lestrartíð: 1 ½ ár
  • Umsóknarfreist: 1. juli 2023
  • Skúlabyrjan: 16. august 20223
  • Fíggjarviðurskifti: Lestrarstuðul
  • Útbúgvingarstovnur: Sjónám
  • Útbúgvingarstaður: Klaksvík

Kunning

Alment

Sum skipari hevur tú evsta myndugleika umborð og hevur m.a. ábyrgdina av at tryggja, at arbeiðsgongdir og skipsrakstur verða framd sambært lóggávu.

Tú hevur eisini ábyrgd av arbeiðsumhvørvi og trygdarviðurskiftum umborð, og at skipið kemur trygt fram í reinum havumhvørvi.

Upptøkutreytir

Treytirnar fyri upptøku eru fráfaringarroynd fólkaskúlans 9. ella 10. flokk ella líknandi, við próvtalinum 6 (02 eftir nýggja próvtalsstiganum) í føroyskum, donskum, enskum, alisfrøði, evnafrøði og støddfrøði umframt 36 mánaðar av siglingartíð tilsamans við skipum yvir 20 BT, harav 18 mánaðir kunnu takast eftir lokna útbúgving.

Leiðsla skúlans kann víkja frá hesum krøvum, um umsøkjari hevur aðrar fortreytir, ið kunnu metast tryggjandi fyri, at umsøkjari er førur fyri at taka útbúgvingina til ásettu tíðina.

Hevur tú staðið útbúgvingina til skipsatstøðara, krevst einans 15 mánaða siglingartíð við skipum yvir 20 BT, harav kann helmingurin (7,5 mánaðir) takast eftir lokna útbúgving.

Harafturat krevst galdandi heilsuváttan (bláabók), íroknað sjón- og hoyrnaroynd, sum er yngri enn 2 ár.

Framtíðarmøguleikar

At vera stýrimaður og skipari á øllum støddum av fiskiskipum. Eisini gevur skiparaprógv rætt til at vera stýrimaður og skipari á handilsskipum upp til 3000 BT.

Tilmelding

Møguligt er at tilmelda seg á tilmeldingarskipan Sjónáms á heimasíðuni. Eisini ber til at senda Sjónámi umsókn saman við avriti av fráfaringarroynd fólkaskúlans, sjófartsbók, heilsuváttan og føðibrævi við telduposti til sjonam@sjonam.fo ella við Posta til:

Sjónám
Faktorsvegur 14
700 Klaksvík

Upptøka

Tikið verður inn eftir tí raðfylgju, sum umsóknirnar koma inn, treytað av, at umsóknirnar lúka upptøkukrøvini og at pláss er (í minsta lagi 4 umsøkjarar).

Kunngerð um skiparaútbúgving

Les meira í galdandi kunngerð nr. 107 frá 20. septembur 2005 um skiparaútbúgving her.

Viðkomandi kunning

Vísandi til galdandi kunngerð nr. 105 frá 5. august 2015 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum krevst ofta góðkend útbúgvingarbók fyri at fáa sjóvinnubræv. Meiri nágreinilig kunning um hesi viðurskifti fæst við at venda sær til Sjóvinnustýrið.

Her kanst tú taka útbúgvingarbókina niður av netinum:

Innivist til næmingar

Sjónám kann ikki veita lesandi innivist, men vit kunnu vísa til kunningarstovuna og Tekniska Skúla, sum kunnu útvega innivist. Eisini ber til at søkja eftir íbúð í lokalu miðlunum.

Um ivamál stinga seg upp, ert tú vælkomin at seta seg í samband við Sjónám á telefon 66 58 88 ella á telduposti sjonam@sjonam.fo.