Skipsatstøðari

LES TIL SKIPSATSTØÐARA

Kunning:

Lestrartíð: 1 skúlaár

  • Umsóknarfreist: 11. august 2022
  • Skúlabyrjan: 15. august 2022
  • Fíggjarviðurskifti: Lestrarstuðul
  • Útbúgvingarstovnur: Sjónám
  • Útbúgvingarstaður: Klaksvík
  • Kunning: Skeiðið kann ikki takast umvegis sjálvlestur.

Raðfesting:

Sjónám bjóðar út útbúgving sum skipatstøðingur árliga.

Útbúgvingin verður hildin, treytað av, at nóg nógv tekna seg.

Alment:

Eingin broyting er í mun til gomlu skipanina. Tá 20 vikur, svarandi til grundskeið í útbúgving til skipsatstøðara, eru loknar, verður hildið fram við 20 vikum afturat til fulltiknan skipsatstøðara. Munurin er, at nú er ikki møguligt fáa prógv eftir 20 vikur, men bert eftir fult skeið à 40 vikur.

Kunngerðin um endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara varð sett í gildi í novembur 2015.

Útbúgvingin er ein lógarásett framtíð til sjós og sostatt vegurin til møgulig vinnubrøv og førleikaprógv sambært galdandi kunngerð nr. 105 frá 5. august 2015 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum.

Tilmelding:

Møguligt er at tilmelda seg á tilmeldingarskipan Sjónáms á www.sjonam.fo. Eisini ber til at senda Sjónámi umsóknina saman við avriti av fólkaskúlaprógvi, heilsuváttan og føðibrævi við telduposti til sjonam@sjonam.fo ella við Posta til:

Sjónám

Faktorsvegur 14

700 Klaksvík

Upptøka:

Til skipsatstøðaraútbúgvingina kunnu persónar takast upp, sum hava staðið fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Upptøka til útbúgvingina er eisini treytað av, at umsøkjari hevur galdandi heilsuváttan fyri sjófólk uttan avmarkingar og er skikkaður til kagtænastu.

Tikið verður inn eftir tí raðfylgju, sum umsóknirnar koma inn, treytað av, at umsóknirnar lúka upptøkukrøvini, at pláss er og at nóg nógv tekna seg (í minsta lagi 4 umsøkjarar).

Sjóvinnubrøv v.m.:

Vísandi til galdandi kunngerð nr. 105 frá 5. august 2015 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum krevst ofta góðkend útbúgvingarbók fyri at fáa sjóvinnubræv. Meiri nágreinilig kunning um sjóvinnubrøv og førleikakrøv sæst her.

Her kanst tú taka útbúgvingarbókina niður av netinum: Útbúgvingarbók.

Útbúgvingin gevur rætt til:

Saman við 9 mánaða siglingartíð við skipi yvir 20 BT fæst atgongd til framhaldandi lestur til skipara.

Útbúgving sum skipsatstøðari + dugnaskaparroynd + 3 mánaða siglingartíð við havgangandi skipum yvir 20 BT gevur rætt til at vera stýrimaður á handilsskipum millum 20 – 99 BT út á 200 fjórðingar frá grundlinjunum t.e. stranda- og heimasigling.

Útbúgving sum skipsatstøðari + dugnaskaparroynd + 3 mánaða siglingartíð við havgangandi skipum yvir 20 BT gevur rætt til at vera skipari og stýrimaður umborð á fiskiskipum millum 15 – 24 metrar til longdar og við einum dimensiónstali á 100 ella yvir út á 200 fjórðingar frá grundlinjunum t.e. eisini stranda- og heimasigling.

Kunning:

Dugnaskaparroyndin kann veljast frítt við skúlabyrjan.

Sí “flow card” til fulltiknan skipsatstøðara og til fulltiknan dekkara.

Útbúgvingarbók:

Vísandi til galdandi kunngerð nr. 105 frá 5. august 2015 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum krevst ofta góðkend útbúgvingarbók fyri at fáa sjóvinnubræv. Meiri nágreinilig kunning um sjóvinnubrøv og førleikakrøv sæst her: Sjóvinnubrøv

Her kanst tú taka útbúgvingarbókina niður av netinum: Útbúgvingarbók

Innivist til næmingar:

Sjónám kann ikki veita lesandi innivist, men vit kunnu vísa til kunningarstovuna og Tekniska Skúla, sum kunnu útvega innivist. Eisini ber til at søkja eftir íbúð í lokalu miðlunum.

Ivamál:

Um ivamál stinga seg upp, ert tú vælkomin at seta seg í samband við Sjónám á telefon 66 58 88.

Kunngerð um endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara

Við heimild í § 4, § 6, stk. 1, nr. 1-5, § 8, stk. 4 og § 11 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø. verður ásett:

Øki

§ 1. Kunngerðin fevnir um endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara, sbr. § 5.

Krøv til endaskeiðið

§ 2. Endaskeiðið í útbúgvingini til skipsatstøðara skal lúka krøvini í altjóða sáttmálanum um útbúgving av sjófólki, um sjóvinnu og um vaktarhald við seinni broytingum, STCW-sáttmálan, reglu VI/I um grundleggjandi upplæring um trygd og tey ástøðiligu evnini sambært reglu II/4 og III/4 um vaktarhald.

Stk. 2. Umframt at lúka krøvini sambært stk. 1, hevur útbúgvingin til endamáls at geva næminginum førleikar, sum lúka krøvini í STCW-sáttmálanum, kapittul II/5 og III/5.

Førleikamál

§ 3. Endaskeiðið í útbúgvingini til skipsatstøðara skal geva næminginum neyðugu amboðini at menna seg í tí bindandi felagsskapi, sum neyðturviliga er í einari skipsmanning.

§ 4. Førleikamálini fevna um ta vitan, tey evni og teir førleikar, sum næmingurin skal røkka á endaskeiðnum.

Stk. 2. Vitanarførleikarnir eru, at skipsatstøðarin eftir staðið endaskeið hevur:

1)   Kunnleika til uppbygging av skipi, innrætting, maskinarí og aðra útgerð.

2)   Kunnleika til tey siglingarfrøðiligu og maskinteknisku økini umborð á skipi.

3)   Fatan av týdninginum av góðari røkt umborð.

4)   Kunnleika til ymsar váðar, tá arbeitt verður umborð á ymiskum skipasløgum, fyri at sleppa undan vanlukkum og arbeiðsskaðum.

5)   Kunnleika til gongdir í sambandi við flutning og handfaring av last.

6)   Kunnleika til grundleggjandi hugtøk og íblástur til ábøtur av verandi og menning av nýggjum mannagongdum og arbeiðsgongdum.

Stk. 3. Evnisførleikarnir eru, at skipsatstøðarin eftir staðið endaskeið kann:

1)   Virkin luttaka í menning og varðveiting av einum tryggum og sunnum arbeiðsumhvørvi.

2)   Útinna ítøkiligt viðlíkahaldsarbeiði og umvælingararbeiði umborð á skipi.

3)   Nýta og viðlíkahalda bjargingarútgerð.

4)   Fremja verkligt arbeiði umborð við togverki, veirum og útgerð til surring.

5)   Fremja arbeiði í samsvari við ásettar normar fyri dygd.

6)   Fremja verkliga eldsløkking.

7)   Vera við til at bøta um fremjan og dygdina í arbeiðinum.

8)   Nýta og samskifta á einum virknum enskum máli innan viðkomandi økir fyri starvið.

Stk. 4. Málið fyri at nema sær førleikar er, at eftir staðið endaskeið kann skipsatstøðarin:

1)   Virkin luttaka í samstarvinum við ráðlegging av arbeiðsuppgávum.

2)   Sjálvstøðugt útinna verkligar uppgávur í sambandi við vanligt skipsarbeiði, undir hesum viðlíkahaldsarbeiði.

3)   Leiða og fremja smærri flutningsuppgávur við m.a. handfaring av krana.

Stk. 5. Næmingurin skal eftir lokna útbúgving lúka krøvini í STCW-sáttmálanum í samsvari við dygdarkrøv Mentamálaráðsins viðvíkjandi:

1)   Passa ein bjargingarbát, bjargingarflaka og mann-yvir-borð bát, sambært reglu VI/2, § 1 í STCW-sáttmálanum.

2)   Dugnaskaparskeið í motorpassing.

3)   Verndartilbúgving og serstakar verndaruppgávur á skipi, sambært reglu VI/6, § 4, í STCW-sáttmálanum.

Upptøka á endaskeiðið

§ 5. Skúlin hevur ábyrgdina av upptøku á endaskeið í útbúgvingini til skipsatstøðara og tryggjar, at umsøkjarar lúka upptøkukrøvini sambært stk. 2 og 3.

Stk. 2. Á endaskeiði í skipsatstøðaraútbúgvingini kunnu persónar takast upp, sum hava staðið grundskeið í skipsatstøðaraútbúgivngini – ella sjófólk við drúgvum royndum og viðkomandi ástøðiligum kunnleika.

Stk. 3. Upptøka til endaskeiðið er harumframt treytað av, at umsøkjari hevur galdandi heilsuváttan fyri sjófólk.

Skipan av útbúgvingini

§ 6. Skúlin ásetur í námsskipan reglur og vegleiðingar um, hvussu útbúgvingin skal leggjast til rættis, og hvussu útbúgvingin skal fremjast í verki. Námsskipanin skal lýsa, hvussu skúlin í síni tilrættislegging av útbúgvingini lýkur krøvini í skjali 1, umframt krøvini í STCW-sáttmálanum.

Stk. 2. Í námsskipanini skulu eisini ásetast nærri reglur um:

1)   Mál fyri útbúgvingina.

2)   Bygnað og uppbygging av útbúgvingini, modulir og ECTS-stig.

3)   Undirvísingarhættir og samstarvshættir.

4)   Samstarv við vinnu og aðrar útbúgvingarstovnar.

5)   Lestrarætlanir.

6)   Avriksflutning.

Stk. 3. Námsskipanir og munandi broytingar í skipanini fáa gildi frá skeiðsbyrjan.

Stk. 4. Námsskipanir og munandi broytingar í skipanini sambært stk. 3 skulu áseta skiftisreglur.

Stk. 5. Galdandi námsskipan skal vera atkomulig á heimasíðu skúlans og skal harumframt vera skjalprógvað í dygdarskipan skúlans.

Próvtøka og prógv

§ 7. Próvtøkur og eftirmetingar skulu viðgerast sambært kunngerð um próvtøkuskipan fyri maritimar útbúgvingar.

§ 8. Skúlin skrivar út endaligt prógv, tá næmingur hevur staðið endaskeiðið í útbúgving til skipsatstøðara.

Undirvísingarførleiki

§ 9. Lærari, sum skal undirvísa í útbúgving til skipsatstøðara, skal í minsta lagi hava útbúgving sum skipsførari við í minsta lagi tvey ára royndum sum einastýrimaður, yvirstýrimaður ella skipari við handilsskipum ella hava útbúgving sum maskinmeistari.

Stk. 2. Fyri at verða settur í fast starv skal lærari hava lokið viðkomandi námsfrøðiliga útbúgving, sum svarar til 30 stig í European Credit Transfer System (ECTS-stig).

Aðrar ásetingar

§ 10. Endaskeiðið í útbúgvingini til skipsatstøðara er ásett at vera ein lestrarhálva, sum svarar til 30 ECTS-stig.

Stk. 2. Avgerðir, sum skúlin tekur sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til landsstýrismannin.

Stk. 3. Kærur um avgerðir sambært stk. 2 skulu latast leiðara skúlans til hoyringar. Kærarin skal hava høvi at gera viðmerkingar til hoyringarsvarið frá leiðara skúlans í seinasta lagi 7 dagar frá tí degi, leiðari skúlans skrivliga hevur fráboðað hoyringina fyri kæraranum.

Stk. 4. Leiðari skúlans sendir kæruna, hoyringarsvarið og møguligar viðmerkingar frá kæraranum til landsstýrimannin.

Stk. 5. Freistin at kæra avgerðir sambært stk. 2 er 2 vikur frá tí degi, avgerð skúlans skrivliga er fráboðað kæraranum.

Stk. 6. Kærur um próvtøkur og próvtøkuviðurskifti annars skulu viðgerast sambært kunngerð um próvtøkuskipan fyri maritimar útbúgvingar.

Stk. 7. Skúlin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at grundskeiðið í útbúgvingini til skipsatstøðara verður framt sambært skjali 1 við lýsing av innihaldinum í grundskeiðnum í útbúgvingini til skipsatstøðara.

Gildiskoma

§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Sí meiri nágreiniliga lýsing av innihaldinum í endaskeiðnum í skipsatstøðaraútbúgvingini í skjali 1 aftast í kunngerðini. Tak niður kunngerð av netinum her: Kunngerð nr. 121 frá 11. novembur 2015.

×