Stovnurin

Sjónám er stovnur, ið fevnir um tað, sum fyrr vóru Klaksvíkar Sjómansskúli og Trygdarmiðstøðin. Sjónám myndar sjóvinnuútbúgvingarøkið undir leiðsluni á Tekniska skúla í Klaksvík.

Klaksvíkar Sjómansskúli byrjaði sítt virksemi sum privatskúli – hann gjørdist ikki almennur fyrr enn í 1975. Fisher Heinesen byrjaði skúlan, og hildið var í byrjanini til í skúlanum á Ziskatrø. Fyrsti flokkur byrjaði 1. oktober 1947. Í 1957 flutti skúlin inn í kjallaran í húsum Fishers norðuri á Kósini. Har helt skúlin til í 14 ár til 11. januar 1971, tá flutt varð inn á Garðavegi 11. Har helt skúlin til líka til 1. oktober  2012, tá bygningurin á Vestaru Bryggju stóð klárur.

Klaksvíkar Sjómansskúli hevur bjóðað fleiri útbúgvingar næstan frá byrjan. Í byrjanini var ein setuskiparaflokkur, meðan onkur einstaklingur tók heimaskiparaprógv. So við og við øktist virksemið til eisini at fevna um langfaraskiparaflokk, skiparaflokk og stýrimansflokk.

Klaksvíkar Sjómansskúli bjóðaði ikki bert útbúgvingar til navigatør. Í 1960 var fyrsta skeiðið í radiotelefoni hildið, og bert eitt ár seinni byrjaði fjarritaraútbúgvingin, sum vardi 2 ár. Henda útbúgvingin kundi í Føroyum bert takast í Klaksvíkar Sjómansskúla, líka til hon bleiv tikin av í 1983.

Skipskokkaútbúgvingin byrjaði 17. januar 1972. Tey fyrstu árini var køkurin hjá Húsarhaldsskúla Føroya nýttur til verkligu undirvísingina, men á vári í 1986 stóð køkurin í kjallaranum á Garðavegi 11 liðugur og klárur til nýtslu. Skipskokkaútbúgvingin helt uppat í 2011. Í hennara stað kom ein matvøruútbúgving, ið varir 1 ár. Hon er skipað sum SIT og er samstundis farin undir Tekniska skúla.

Í august 1991 byrjaði fyrsti sjóvinnuflokkur á Klaksvíkar Sjómansskúla. Hetta var ein útbúgving, ið vardi 5 mánaðir. Útbúgvingin var bæði ástøðilig og verklig, og tey lesandi kundu harumframt taka dugnaskaparskeið í sigling.

Í 1991 byrjaði Klaksvíkar Sjómansskúli við trygdarskeiði fyri sjófólki. Eins og við so nógvum øðrum virksemi skúlans, so eru undangongufólk, ið seta á gongd útbúgvingar. Frans Jacobsen gjørdist stjóri í 1985, og tað lá honum frammalaga at víðka virksemið á skúlanum til eisini at fevna um trygdarskeið.

Virksemið innan trygdarskeið vaks alsamt, og tí var Trygdarmiðstøðin stovnað í 1999. Øll árini, hon var sjálvstøðugur stovnur, gekk Trygdarmiðstøðin undan at geva sjómonnum skeið í trygd á sjónum umframt onnur skeið, t.d. bátaføraraskeið, FRC o.o. skeið.

Fyrstu tíðina eftir stovningina helt Trygdarmiðstøðin til í Klaksvíkar Sjómansskúla. Síðan var hon eitt skifti á Tekniska Skúla, til hon í august 2001 flutti í hølini í Bøgøtu 38. Har var hon til oktober 2012, tá alt virksemið, saman við tí hjá Klaksvíkar Sjómansskúla, var lagt í tann nýggja bygingin á Vestaru Bryggju – á Faktorsvegi 14.

Í august 2014 byrjaði fyrsta grundskeið í útbúgving til skipsatstøðara á Sjónámi. Hetta er ein viðkomandi útbúgving fyri sjófólk. Hon tekur ½ ár og er bæði ástøðilig og verklig. Tey lesandi kunnu harumframt taka dugnaskaparskeið í sigling. Útbúgvingin varð sett í gildi við kunngerð nr. 88 frá 4. august 2014 saman við fylgisskjali 1 um lýsing av innihaldinum.

Í januar 2017 bjóðaði Sjónám út fyrsta endaskeiðið í útbúgving til skipsatstøðara. Útbúgvingin varð sett í gildi við kunngerð nr. 121 frá 11. novembur 2015 saman við fylgisskjali 1 um lýsing av innihaldinum.

Útboðið av skeiðum er økt munandi, eins og tørvurin á skeiðum framvegis er stórur. Harafturat hevur Sjónám ment onnur skeið.

Sjónám er av Mentamálaráðnum góðkendur skúli og skeiðsveitari sambært STCW sáttmálanum, føroyskt tjóðarumboð í altjóða felagsskapinum hjá trygdarskúlum (IASST), ISO 9001 góðkendur frá 5. septembur 2008 og Achilles góðkendur í desembur 2013.

×