- ØLL EIGA AT DUGA FYRSTUHJÁLP
- SKEIÐ TIL SJÚKRAVIÐGERÐAR
- DEADLINE 1. JANUAR 2017.
- VÆLKOMIN Á BÁTAFØRARASKEIÐ
- FØROYA SJÓMANNADAG TANN 17.08.2016 VERÐUR TEMADAGUR Á SJÓNÁMI
- SKÚLABYRJAN – HEYSTIÐ 2016
- SUMMARFRÍ
- PRÓVHANDAN
- PRÓVHANDAN
- SJÚKRAVIÐGERÐI
- SKEIÐ ÁÐRENN SUMMARFRÍTÍÐINA
- SØKT VERÐUR EFTIR AVLOYSARA
- RADIOSKEIÐ 4. APRÍL
- SJÚKRAVIÐGERÐI KISTA-A, ENDURNÝGGJAN
- PRÓVHANDAN – SKIPARAR
- PRÓVHANDAN – SKIPSATSTØÐARAR
- EYKA SKEIÐ
- HEILSUSKEIÐ
- COX OG FRC SKEIÐ

TRYGDARSKEIÐ FYRI MANNING Á FISKISKIPUM
mai 14, 2016
Trygdarskeiðið er ásett til 40 tímar yvir 5 dagar. Á hesum skeiði ognar skeiðsluttakarin sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða partur av manningini um borð í fiskiskipum.
Sjónám hevur vælvitandi undirvísarar við drúgvum royndum, sum kunnu sameina vanliga skúlastovuundirvísing við hin praktiska veruleikan.
Trygdarskeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Evnisførleikarnir ein ognar sær hesir 5 dagarnar, verða givnir við góðum venjingum og góðum hentleikum við sera dugnaligum undirvísarum, sum fylgja tær allar 5 dagarnar.
Á hendan undirvísingarhátt stuðlar Sjónám undir menningina av sjálvbjargni og samstarvsevnum og trygdina á sjónum, sum heild. Alt í alt er talan um eina spennandi viku, har sum tað nýggja sjófólki fær gott innlit hvussu tingini hanga saman um borð í fiskiskipum.
Meira kunning um skeiðið her
Vinarliga
SJÓNÁM