Viðmælir

Sjónám hevur dugnaligar lærarar og fyrikomandi starvsfólk. Eisini hevur skúlin framúr karmar til sítt virksemi og eg vil viðmæla øllum áhugaðum at taka skipsatstøðara útbúgving her.

Kjartan í Homrum
skipsatstøðari

Umhugsar tú at fara undir skipara útbúgving, vil eg stórliga viđmæla at taka útbúgvingina á Sjónám í Klaksvík. Viđ sera dugnaligum lærarum, skeiđsundirvísarum og starvsfólki, ið vísa tí einstaka næminginum ans, er tađ ein sonn fragd at vera partur av felagskapinum á Sjónámi.

Jóannes Egholm
skiparanæmingur

Á trygdarskeiðnum fekk eg grundleggjandi undirvísing um, hvussu eg kann hjálpa øðrum í neyð og hvussu eg sjálvur skal gera í neyðstøðu. Undirvísararnir hava sera nógva vitan um trygd, lívbjargandi fyrstuhjálp og alla bjargingarútgerð. Og teir duga einastandandi væl bæði í orðum og í verki at geva sína vitan víðari. Eg eri vísur í, at mong mannalív eru spard orsakað av trygdarskeiðnum. Í grundini áttu øll á sjógvi og á landi at tikið hesi skeiðini. Tí øll kunnu onkuntíð koma í eina støðu, har tey kunnu gera lívbjargandi mun við einføldu og lættatkomiligu vitanini, sum er at heinta á trygdarskeiðnum.

Bill Justinussen
Skeiðsluttakari
×