Grøn hitapumpuskipan til hylin á Sjónámi.

05. January 2023

Í samband við OPITO uppstiganina er krav at vatni í hylinum er 21 gradir. Ráðgevandi fyritøkan SMJ varð litið í hendi at gera eina meting um hvat var skynsamasti háttur at upphita tey væl omanfyri 300m3 av vatni og halda temperaturin. SMJ mettu at í mun til íløgukarmin og tørvin var ein luft til vatn hitapumpuskipan fíggjarliga skynsamasta loysnin og teir fingu so ábyrgdina av útboði, tilmæli og eftirliti av verkætlanini. Tað var Signar Kallsberg sum í fjør summar vann útboðið uppá verkætlanina og loksins er arbeiðið liðugt og væl úr hondum greitt og pumpurnar settar í gongd. Vit á Sjónámi eru sera fegin um at verkætlanin bar á mál og vilja fegin takka Landsverk og A.P. Møller Fonden fyri stuðulin til hitapumpuskipanina áleiðis hálva millión. Umframt bera vit hjartaliga tøkk til Signar Kallsberg og hansara starvsfólki fyri væl útint arbeiði og SMJ fyri holla ráðgeving í sambandi við alla tilgongdina.